SEV heldur allar trygdarforskriftir, men óhapp kunnu henda allastaðni – eisini hjá SEV. Bert spell, at fyrrverandi umboðsnevndarformaðurin, Hans Tausen Olsen, brúkar slík høvi sum oljulekan á Vágsverkinum at sáa iva um alla trygdina í Elfelagnum, men tað er eyðsæð ein roynd at gera politiskt "comeback" og at jagstra okkum, sum í dag á ábyrgdarfullan hátt royna at føra felagið trygt inn í framtíðina. Góði Hans Tausen Olsen, niðanfyri fært tú ærlig svar upp á teir reingjandi spurningar, tú setur í enn einum útspillandi og jagstrandi lesarabrævi 11. juni 2007
Øll starvsfólk hjá SEV hava trygdina fremst í huganum hvønn einasta dag, og tey arbeiða eftir ásettu trygdarreglunum. Men Hans Tausen Olsen smæðist ikki – eyðsæð í hevnissøkum og við politiskum vinningi fyri eyga – at háða bæði tey og Elfelagið, tá hann í lesarabrævi 11. juni 2007 skrivar, at “Trygdin í SEV er ein tikkandi bumba”. Hans Tausen Olsen brúkar sera harmiliga oljulekan á Vágsverkinum til at sáa iva um alla trygdina í SEV, hóast hann veit betur.
Tað er órímiligt og ábyrgdarleyst av einum fyrrverandi umboðsnevndarformanni og núverandi umboðsnevndarlimi at sáa iva um trygdina í SEV, sum dagliga verður umsitin samvitskufult eftir ásettum reglum. Henda atferð sýnist uppaftur ábyrgdarleysari, tá ein sær, at maðurin vevur fakta upp í ein ellubita og reingir veruleikan í eini roynd at jagstra teir, sum umboðsnevndin hevur valt at stýra Elfelagnum í gerandisdegnum.
Óhapp kunnu henda allastaðni - eisini hjá SEV. Men Hans Tausen Olsen velur eirindaleyst at brúka trygdina í SEV og óhappið í Vági í síni herferð, og hann er ikki so frægt at sær komin at viðgera veruligu umstøðurnar kring hesi evnini, sum tað sømir seg rættskaffnum fólki. Góði Hans Tausen Olsen, tú biður meg svara spurningunum í lesarabrævi tínum. Tað geri eg við hesum, men fyrst fari eg í stuttum at greiða tær frá rætta samanhanginum í trygdini í SEV, hóast tú átti at vitað betur eftir 13 árum í formanssessinum í umboðsnevndini.
SEV hevur ein góðkendan rakstrarleiðara, ið umsitur reglurnar í "Stærkstrømsbekendtgørelsen" - eisini kallað SKS-skipanin. Rakstrarleiðarin hevur ábyrgdina av, at hetta innaneftirlitið verður gjørt sambært "Stærkstrømsbekendtgørelsen", sum í roynd og veru er ein trygdarskipan fyri bæði lág- og háspenningin.
Stærkstrømsbekendtgørelsen hevur einki við oljutangarnar í Vági at gera. Trygdin kring teir er ásett í øðrum reglum, sum Brunaumsjón Landsins og Heilsufrøðiliga Starvsstovan umsita. SEV hevur fylgt hesum reglum, og eitt nú var neyðugt at skifta takið á størra tanganum í Vági í fjør summar, tí tað var illa tart. Men tá fór SEV eisini eitt stig víðari og kannaði veggirnar á tanganum við at taka stakroyndir av stálinum, sum er vanliga mannagongdin, hóast tað ikki var eitt krav at gera tað tá. Tað er óvanligt at gera sonevndar røntgenkanningar av so stórum flatum, sum tú í tínum lesarabrævi annars heldur vera sum at stinga frens.
Eingin hevði nakra orsøk at halda annað, enn at tangin var væl umvældur og sum heild í góðum standi, eins og eg boðaði frá á umboðsnevndarfundinum tann 30. novermber í fjør. Vit vóru nógv, sum vóru ovfarin, tá tangin kortini fór at leka bert fáar dagar seinni, tann 6. desember. Talan var um eitt sera harmiligt óhapp, sum tíverri nú verður brúkt til at sáa iva um trygdina í øllum SEV fyri egnan politiskan vinning. Heldur átti tú at róst dugnaligu starvsfólkunum, sum bóru skjótt og væl at, tá óhappið hendi.
Síðani skal eg svara tínum spurningum.
Hvør stóð fyri kanningini av oljutanganum í Vági og veitti trygd fyri, at hann var í lagi, soleiðis sum stýrisformaðurin greiddi umboðsnevndini frá? Deildarstjórin fyri framleiðsluna hevði vegna SEV arbeiðið um hendi.
Hvør hevði ábyrgdina av bunkringini? Ein skrivlig avtala er gjørd millum oljufelagið og SEV um m.a. ábyrgdarbýtið undir bunkringum. Avtalan ásetir eisini mannagongdir, sum skulu fylgjast. Hesar vóru fylgdar út í æsir, og ikki ein einasti dropi av olju lak út undir bunkringini. Lekin var í tanganum og ikki í bunkringsskipanini.
Hvør hevði ábyrgdina av, at tangagarðurin kundi taka ímóti oljuni, um óhapp hendi? Tangagarðurin var bygdur í 1983 eftir teimum forskriftum, ið vóru galdandi tá, og sum framvegis eru galdandi. Garðurin er bygdur rúmsáttari enn ásett í forskriftunum, og hann rúmar sostatt væl meira av olju enn kravt. Botnurin í garðinum hevur kortini ikki verið nóg góður, tí ov nógv av olju seyraði niður í ein part av lendinum inni í garðinum og út á sjógv. Botnurin í tangagarðinum kann hava fingið skaða undir eini umbygging í 1989. Tað er harmiligt, tá slíkt hendir, men SEV hevur so væl sum gjørligt roynt at bøtt um skaðan við at seta í verk eitt umfatandi ruddingararbeiði. Garðurin verður nú tettur við betongi. Dagliga ábyrgdin av viðurskiftunum í SEV kann eitt nú røkka frá verkmeistara, øðrum leiðarum umvegis deildarstjórar upp til stjóran og stýrið, og soleiðis er eisini við tangagarðinum.
Hvør hevði ábyrgdina av, at ventilurin í tangagarðinum stóð opin, meðan olja var latin í tangan? Ventilurin í tangagarðinum er at meta sum eitt vatnlás. Hann stendur opin, so at vatnnøgdir, sum savnast í garðinum kunnu renna út, men framman fyri ventilin liggur ein vatnlásfunktión - eisini nevnt ein oljuskiljari - sum kann taka ímóti olju, ið møguliga kann leka út í garðin, t.d. tá arbeitt verður upp á tangan. Oljan er tyngri enn vatnið og søkkur niður í oljuskiljaran, meðan vatnið framvegis ótarnað sleppur at renna ígjøgnum ventilin. Soleiðis verður tangagarðurin dagliga hildin tómur fyri vatn. Stutt eftir, at menn høvdu varnast oljulekan tíðliga um morgunin tann 6. desember í fjør, var ventilurin skrúvaður fyri, og bert smáar nøgdir av olju runnu út ígjøgnum ventilin, tí tað mesta legði seg í oljuskiljarin - vatnlásið - áðrenn nakað rann ígjøgnum ventilin. Sum nevnt undir spurningi 3, seyraði meginparturin av oljuni, sum lak út um tangagarðin, niður í lendið inni í garðinum, sum ikki hevur verið nóg tætt í støðum. Her spyrt tú eisini um ábyrgdina, og her er svarið aftur, at ábyrgdin eitt nú kann røkka frá verkmeistara, øðrum leiðarum umvegis deildarstjórar upp til stjóran og stýrið.
Hvør hevði ábyrgdina av, at so stórar nøgdir kundu renna út í Vágsfjørð undir eini bunkring? Hetta hevur tú misskilt, tí - sum nevnt undir spurningi 2 - lak ikki ein einasti dropi av olju út undir bunkringini.
Hvør tekur ábyrgdina av at gjalda fyri hendan kleyvarskap, sum helst kostar 10 milliónir krónur? Ella hvat er kostnaðurin av uppruddingini komin uppá? Vísandi til tað samvitskufulla arbeiðið, sum starvsfólk í SEV gera hvønn einasta dag, kenni eg tað sum mína ábyrgd at vísa aftur orðinum “kleyvarskap” í tínum spurningi. SEV hevur dugnalig og ábyrgdarfull starvsfólk, og tey hava ikki uppiborið, at teirra arbeiði verður skýrt kleyvarskapur. SEV hevur sjálvsagt ábyrgdina av óhappinum, men kostnaðurin verður býttur millum SEV og Tryggingarfelagið Føroyar, sum tekur við skaðanum mótvegis triðja parti. Kostnaðurin er ikki uppgjørdur enn.
Hvussu nógv hevur hendingin skatt náttúruna? Er nøkur skráseting, sum vísir, hvussu nógvur fuglur doyði? SEV er ikki rætti stovnurin at svara hesum spurningi, tí tað eru aðrir myndugleikar, sum taka sær av hesum partinum.
Góði Hans Tausen Olsen, tú heldur hetta málið vera so álvarsamt fyri Føroya fólk, at tú fegin vilt hava meg at svara spurningunum skrivliga. Tað havi eg við hesum gjørt. Eg fari at enda at loyva mær at vísa tær á, at tað er eitt nógv álvarsligari mál fyri Føroya fólk, at tú við reingjandi og stundum beinleiðis ósonnum upplýsingum sáar iva um alla trygdina í SEV. Vilt tú felagnum og starvsfólkunum væl, so gevst tú við tíni órímiligu og ábyrgdarleysu framferð og fert í staðin at viðgera framtíðina hjá SEV sakliga og virðiliga. Tað skyldar tú - sum umboðsnevndarlimur í SEV - Føroya fólki.