Tað ljóðar, at kviki vinstribakkurin hjá Real Madrid er tætt við at gera sáttmála við stórfelagið, Fenerbache. Roberto Carlos hevur ikki verið fastur maður á liðnum seinastu tíðina, og sjálvur sigur hann, at hann skyldar Real Madrid at finna sær nýtt felag. Turkiska stórfelagið hevur fyrr víst áhuga fyri Carlos, og nú bendir alt á, at tað eisini verður komandi felagið hjá lítla brasiliumanninum. Roberto Carlos kom til Real Madrid frá Inter í 1996, og hevur sostatt leikt í spanska stórfelagnum í samfull 11 ár.