Í kvøld klokkan 19 spælir kvinnuliðið hjá Fleyr seinna dystin í Challenge Cup móti belgiska liðnum, Tchalou. Dysturin verður leiktur í høllini á Hálsi í Havn.
Tchalou vann greitt 3-0 í fyrra dystinum í Belgia í farnu viku. Settmunurin gjørdist so greiður sum 25-8, 25-7 og 25-9.
Tchalou hevur aftur eina risastóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Miðaloddsini upp á heimasigur til Fleyr eru 15,89.
Miðaloddsini upp á útisigur til Tchalou eru so lág sum 1,01. Fleiri veddingarfyritøkur hava strikað oddsini upp á dystin, tí tað eftir teirra tykki er púra upplagt, at Tchalou vinnur á Fleyr í kvøld.
HER eru oddsini:
##med2##











