HONDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Føroyska manslandsliðið í hondbólti fer í kjalavørinum hjá kvinnulandsliðinum, at luttaka í Challenge Trophy Cup. Hetta er ein kapping, ætlað smátjóðum innan hondbólts ítróttina. Kappingin byrjar í dag, 23. og er liðug sunnudagin, 28.
Ferðalagið fór longu úr Føroyum sunnudagin 21. og steðgaðu teir í Helsingør, har tveir av okkara leikarum spæla til dagligt. Ætlanin er at teir skulu spæla ein venjingardyst í Helsingør, fyri at samansjóva hópin.
Úttiknu leikararnir eru:
Heini Hanussarson, Elite 3000 Helsingør
Rókur Akralíð, Elite 3000 Helsingør
Carl Herup Olsen, Neistin
Ingi Olsen, Neistin
Dann Thorleifson, Neistin
Tróndur Kragesteen, Neistin
Janus Sørensen, H71
Esbern Patursson, H71
Dánjal Tórgarð, H71
Levi Nybo, H71
Rógvi Weihe, KÍF
Sámal Joensen, VÍF
Hans Áki Dal-Christiansen, Kyndil
Hjalti M. Jacobsen, Kyndil
Janus Einar Sørensen, Kyndil
Lars Black, Kyndil
Magnus Matras, Kyndil