Champions League: GOG-Barcelona beinleiðis á DR 2

Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG fáa fína vitjan í kvøld

Klokkan 17.45 kunnu hondbóltsáhugaðir føroyingar aftur sessast frammanfyri sjónvarpsskíggjan. 

 

Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG spæla dyst í bólki B í Svendborg Arena. Á vitjan verður katalanska stórliðið, Barcelona sum 12 ferðir í søguni hevur vunnið Champions League, seinast í 2024.

 

Barcelona er næstfremst í bólkinum við 14 stigum. GOG er nummar seks við seks stigum. 

 

Tey sum vilja síggja ÓIa og liðfelagarnir togast við hondbóltsrisan, Barcelona kunnu seta á DR 2, ið vísir dystin.

 

11. september vann Barcelona á heimavølli 37-32 á GOG.