Fingu bót fyri brostnar perur

Ferðsluløgreglan gav í gjár bilførarum bøtur fyri at koyra við brostnum perum

– Er peran í lagi? Soleiðis varð einaferðs spurt í eini ferðsluherð at fáa fólk at hugsa um ljósini á bilinum. Og tað er júst tað, sum løgreglan kannaði í gjár, tá tey steðgaðu tveimum bilførarum, sum fingu bót fyri at í báðum førum tvær perur ikki lýstu.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tað er ein stórur trupulleiki, at bilar ikki hava ljósini í lagi. Hesir báðir bilførararnir, sum vórðu tiknir í gjár, fingu 1.000 krónur í bót. Og tað er tann minsta bótin. Er talan um tríggjar perur ella fleiri, so er bótin 1.500 krónur.

– Og tá er tað galdandi fyri øll ljós á bilinum, eisini um talan er um nummarplátuljósini, so skulu tær perurnar eisini lýsa, minnir vaktleiðarin á. 

Náttin hevur annars verið friðarlig hjá løgregluni. Tey hava hjálpt onkrum fullum persóni til hús, annars hevur einki verið.