KÍ-kvinnurnar eru í hesum døgum staddar í Kosovo fyri at kappast í innleiðandi umfarinum í Champions League.
Ígjár tapti KÍ á Stadiumi Zahir Pajaziti leikvøllinum 0-3 fyri bulgarsku meistarunum, Ludogorets. Seinastu níggju minuttirnar av fyrra hálvleiki skoraði bulgarska liðið tvær ferðir. 17 minuttir inn í seinna hálvleik økti Ludogorets til 3-0.
Hagtølini: málroyndir innanfyri málrammuna søgdu 16-2 til Ludogorets, so talan var um ein uppibornan sigur.
Leygardagin klokkan 15.30 spælir KÍ um triðja plássið í innleiðandi bólkinum móti Zimbru Chisinau úr Moldova. Zimbru tapti ígjár 0-10 (0-5) fyri kosovansku vertunum, Mitrovica. Úrslitið boðar frá, at KÍ skuldi havt ein møguleika fyri einum góðum úrsliti móti Zimbru.
Sama dag klokkan 17 spæla Mitrovica og Ludogorets um rættin at halda fram í undankappingini.











