Tíðindaskriv frá MEST:
Tvíkiljan verður latin í apríl 2027. Hetta verður størsta tvíkiljan í Føroyum og er eitt greitt tekin um tørvin á størri deksplássi, størri útgerð og umstøðum umborð.
Umborð á tvíkiljuni eru tvey 1 manskømur, umframt galla og uppihaldsrúm. Tvíkiljan er serliga sniðgivin til nýtslu sum vinnufar í alivinnuni í Føroyum og líkur krøvini hjá Sjóvinnustýrinum.
Fyri at nøkta krøvini til at lyfta og handfara størru útgerðina, sum alibrúkini brúka, er tvíkiljan millum annað útgjørd við tveimum stórum kranum
Tvíkiljan hevur stórar bóg- og síðuskrúvur, og verður latin við DP-skipan.
Á myndini eru Hans Jákup Mikkelsen, stjóri á MOWI í Føroyum og Mouritz Mohr, stjóri á MEST, tá sáttmálin var undirskrivaður.
– MEST fylgir væl við menningini í alivinnuni og leggur seg eftir at veita framkomnar tvíkiljur í eini høgari góðsku til kappingarførar prísir, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.