Fótbóltur
Tað vera Chelsea og Everton sum møtast í heimsins elstu fótbóltskapping, FA Cup kappingini, sum var spæld á fyrsta sinni í 1872.
Leygardagin spældu Chelsea og Arsenal hálvfinalu á Wembley. Dysturin var bara 18 minuttir gamal, tá vinstra bakkurin hjá Arsenal, Gibbs legði bóltin inn í Chelsea-brotsteigin. Bólturin endaði hjá Theo Walcott, sum skeyt eitt skot við vinstra beini, sum Ashley Cole avrættaði í málið. Chelsea javnaði 14 minuttir seinni. Frank Lampard sendi ein bólt inn til fraklendingin, Florent Malouda, sum tók bóltin niður og plasseraði hann framvið málverjanum hjá Arsenal.
Sjey minuttir undan leikloki skoraði Didier Drogba sigursmálið hjá Chelsea. Didier Drogba fór framvið Arsenal-verjuspælarunum, og síðani eisini málverjanum hjá Arsenal, Fabianski, og skoraði trygt til endaliga úrslitið 2-1 til Chelsea.
Enn eitt mál av fílabeinstrandinginum, sum hevur verið væl fyri, síðani Guus Hiddink gjørdist venjari hjá Chelsea. Arsenal-venjarin, Arsene Wenger var alt annað enn nøgdur við dystin.
– Vit lata tvey løtt mál fara inn. Tað var vánaligt verjuspæl báðu ferðirnar, segði Arsene Wenger til BBC aftaná dystin.
Enn einaferð Everton
Eins og í finaluni í 1995, eydnaðist tað Everton at koppa Manchester United. Manchester United byrjaði annars dystin við fýra blaðungum spælarum, men hesir kláraðu tað væl. Frederico Macheda, Darren Gibson, Danny Welbeck, Rafael og Fabio spæla vanliga á eykaliðnum hjá Manchester United.
Serliga Darren Gibson stóð sterkur í myndini á miðvøllinum. Bæði liðini høvdu góðar málmøguleikar, men tá 90 minuttir vóru farnir stóð á jøvnum 0-0. Neyðugt var við longdari spælitíð, men eisini har endaði málleyst. Neyðugt var at fara til brotssparkskapping, sum Everton vann 4-2.
Tim Cahill brendi fyri Everton, meðan Dimitar Berbatov og Rio Ferdinand brendu fyri Manchester United. Serliga brotssparkið hjá Berbatov var út av lagið vánaligt. Bulgarin tók onga ferð, og skeyt brotssparkið, sum var tað ein vánalig sending.
– Hetta er tað ringasta brotssparkið eg nakrantíð havi sæð av einum altjóða spælara, segði fyrrverandi Everton-venjarin, Joe Royle við SkySports.
Tim Howard í Everton-málinum hevur eina fortíð í júst Manchester United, og Everton-venjarin, David Moyes rósti Howard fyri sítt málmansspæl. Phil Jagielka skeyt avgerandi brotssparkið, og millum hinar sum skoraðu fyri Everton var fyrrverandi Manchester United spælarin, Phil Neville.
Finalan í FA Cup kappingini verður spæld leygardagin tann 30. mai á Wembley Leikvøllinum í London.