Jozef Chovanec, venjarin hjá kekkiska landsliðnum, sær út til at vera ein sera myndugur maður. Tað er so ymiskt, sum venjararnir bera seg og fara fram, tá teirra lið er á vøllinum. Allan Simonsen er í venjingarbúna og er inni á vøllinum, meðan spælararnir hjá honum hita upp, meðan stóri Jozef Chovanec undir allari upphitingini stendur hendur í favn á síðulinjuni í síða myrka yvirfrakkanum.
Undir dystinum var hann fleiri ferðir frammi við síðulinjuna, og serliga seinna partin av fyrra hálvleiki gav hann ordrar.
? Vit vunnu og fingu harvið fult stigatal í undankappingini. Men eg var ikki nøgdur við avrikið hjá mínum spælarum. Okkara lið spældi ikki upp til sítt besta, men føroyingarnir vóru so mikið væl skipaðir, at tað var sera torført at koma til málmøguleikar.
Og kekkiski venjarin hevði eisini rósandi orð at siga um føroyska álopspartin:
? Todi Jónsson var famúr góður. Eg kendi meg noyddan at hava tveir verjuspælarar á honum fyrsta tíman, men tá vit royndu at leggja uppaftur meiri trýst á frammi á vøllinum, var eg noyddur at taka annan burtur, og eg ásanni, at tað var at spenna bogan høgt. Todi Jónsson hevði møguleikar aftaná, men tíbetur eydnaðist tað okkum at vinna, staðfesti venjarin, sum eisini rósti Juliani Johnsson fyri eitt stórt avrik, bæði í verjupartinum og eisini í framrættaða spælinum.
Ikki álvuligur
Í sambandi við landsdystir er altíð ein almennur døgurði, har umboð fyri fótbóltssambondini í vertslandinum og í gestandi landinum hittast. Soleiðis var tað eisini hesa ferð.
Frantisek Chvalovský eitur formaðurin í kekkiska fótbóltssambandinum. Í snotiligu dystarskránni var bara ein grein á eingilskum, og hana hevði formaðurin skrivað. Hann frøddist um glæsiligu úrslitini hjá Kekkia í undankappingini, men samstundis mintist hann aftur á treku byrjanina, tá Kekkia á Svangaskarði vann 1?0.
Og vit hava skilt, at hann í røðuni undir døgurðanum róði afturáaftur og orsakaði yvirfyri føroysku gestunum, hvussu kekkarnir ta ferðina skoraðu málið. Á tíðindafundinum á Svangaskarði fyri einum góðum ári síðani síðani hildu kekkarnir ikki, at støðan hevði verið lítið sømilig, men tað tóktust teir halda hesa ferð.