Christian Høgni rennur um kapp við tíðina

Tað er avgjørdur fyrimunur, at landsliðið er á grasvølli, og málskjúttin í Luksemburg heldur einki vera at ivast í, at hann verður førur fyri at spæla í annaðkvøld

 

Landsliðið


Tað man kennast eitt sindur undarligt. Christian Høgni Jacobsen varð eftir landsliðsferðina í mars í Luksemburg og Russlandi roknaður sum ein hálv hetja. Hann skoraði annað málið í Luksemburg. Saman við Kurt Mørkøre átti hann hitt málið, og í Russlandi vísti hann gott tev.

Men hóast góðu gongdina á ferðini uttanlands, so var dagurin í gjár tann fyrsti, sum Christian Høgni Jacobsen taldist ímillum teir, sum saman við Allani Simonsen fyrireikaði seg til landsdyst á Svangaskarði.


Betri á grasi

Tær seinastu vikurnar hevur tað verið ivasamt, um Christian Høgni fór at verða tøkur til landsdystirnar. Men tað ivast ungi NSÍ álopsmaðurin ikki í.

? Ein vøddi í lærinum hevur knýtt seg, og tað hevur havt við sær, at tað hevur ikki borið til at spælt. Eg havi fingið viðgerð hvønn dag, og tað tykist sum skaðin er burtur. At landsliðið venur á grasi, er ein stórur fyrimunur. Tær seinastu vikurnar hava vit spælt nógvar dystir, og tað fer illa við beinunum at spæla á graslíki, tí undirlagið er so hart, heldur Christian Høgni Jacobsen, sum tær seinastu vikurnar fyri tað mesta hevur vant einsamallur og ikki saman við liðfeløgunum í NSÍ.

Tá vit bera upp á mál, um hann roknar við at hann fer at verða ímillum teir fyrstu ellivu í annaðkvøld, er ungi maðurin beskeðin:

? Eg haldi, at tað eru aðrir álopsspælarar, sum hava fleiri royndir enn eg. Men um venjarin heldur, at eg skal spæla við, so vóni eg, at tað fer at bera til at liva upp til álitið. Allir átjan vilja sjálvandi spæla við, og allir eru ivaleyst greiðir yvir, at talan verður um stóra avbjóðing, heldur Christian Høgni Jacobsen, sum má roknast vera komin hópin nærri plássi ímillum teir fyrstu ellivu, eftir at Todi Jónsson ikki er á landsliðnum.


Dreymurin

Christian Høgni Jacobsen hevur í fleiri ár víst gott hegni sum álopsleikari. Hann hevur góðan bóltførleika, hann er skjótur, og hann er málsøkin. Seinni í hesum mánaðinum verður Christian Høgni liðugur við hægri handilsskúlan á Kambsdali, og so ætlar hann at geva fótbóltinum ein møguleika.

Hann veit eitt sindur um, hvat tað snýr seg um. Fyri tveimum árum síðani var hann í eina viku í Portugal og royndarvandi við einum felag í næstbestu deildini, sum eitur Penfield. Hetta er eitt felag, sum FC Porto eigur stóran lut í.

? Tað var spennandi, men tað spurdist einki burturúr. Eg var ikki serliga heitur fyri tí møguleikanum, men tað vil ikki siga tað sama, sum at eg ikki hevði tikið av, um eitt tilboð kom frá einum felag, har umstøðurnar eru væl skipaðar, sigur Christian Høgni Jacobsen, sum ásannar, at hann ? sum so mangur annar ungur drongur í Føroyum ? hevur havt ein dreingjadreym um at gera fótbóltin til livibreyð.

? Tað tykist sum møguleikin er komin nærri til føroyskar spælarar tey seinastu árini. Vit hava sæð, at fleiri hava staðið seg væl í Danmark, og eg haldi, at tað er sera spennandi at fylgja við í, hvussu tað gongst hjá Súna Olsen í Hollandi.

Hugsar tú um møguleikan fyri at koma til útlendskt felag, tá tú spælir á landsliðnum?

? Í sær sjálvum er landsliðið ein dreymur, sum gerst veruleiki. Men eg haldi ikki, at tað ber til at hugsa um møguleikan at verða seldur, meðan landsliðið spælir. Tað hevði darvað spælinum, heldur Christian Høgni Jacobsen, sum í annaðkvøld fyri fyrstu ferð verður í landsliðshópinum á Svangaskarði, og sum sigur, at hann í fyrstu atløgu er nøgdur við at vera í hópinum, men at hann er klárur, um venjarin heldur, at hann skal á vøllin.