Einasti føroyingurin, sum var á vøllinum í fjúrtanda umfarinum í superliguni, var Chrisitan Høgni Jacobsen.
Tá tað mánakvøldið restaðu 22 minuttir av uppgerðini á regntunga heimavøllinum í Esbjerg, gjørdi venjarin, Viggo Jensen, av, at føroyski landsliðsmaðurin skuldi á vøllin. Hann varð settur inn fyri Henrik Nielsen, sum saman við álopsfelaganum og liðformanninum, Jess Thorup, hevði havt stórar trupulleikar ímóti sera sannførandi AB miðverjuni, har makkarin hjá Martini Albrechtsen, sum er í landsliðshópinum, er fyrrverandi liðfelagin hjá Jákupi Mikkelsen í Herfølge, Steven Lustü.
Christian Høgni Jacobsen fekk ikki teir stóru møguleikarnar at gera um seg. Tá hann kom á vøllin, var støðan 1?1, og tað tóktist sum um bæði liðini vóru nøgd við at fáa eitt stig í part.
Steven Lustü hevði høvuðsleiklutin, tá AB tólv minuttir undan leikloki skoraði sigursmálið. Hann varð feldur í brotsteiginum, og besti maður á vøllinum, Michael Johansen, sendi í netið úr ellivu metrum.
AB var eitt lítið vet betri enn Esbjerg, men tað hevði einki forgjørt verið í tí, um dysturin hevði endað javnur.
Miðverjin Martin Albrechtsen stútaði í 39. minutti AB framum eftir horna, og Jan Kristiansen javnaði í 61. minutti við rimmar skoti úr 25 metrum.
Hetta var bara onnur ferðin, at Esbjerg tapti seinastu níggju dystirnar. Síðst teir taptu, var tað eisini ímóti AB. Hjá AB gongur strúkandi. Hetta var tíggjunda ferðin upp í slag, at teir fóru av vøllinum uttan at hava tapt.
Tað røkist einki fyri, at danski fótbólturin fer í vetrarfrí. Leikskráin sigur, at síðsta umfarið undan vetrarsteðginum ikki verður spælt fyrrenn sunnudagin 9. desember.
Brøndby økti
Størsta áhugan millum áskoðararnar sunnudagin hevði dysturin í Århus. 19.279 møttu upp fyri at vera vitni til, um góða gongdin hjá AGF seinastu vikuna skuldi halda fram. Eftir at teir høvdu fingið 20 milliónir, vann AGF næstsíðsta mánakvøld 4?1 í Aalborg.
Men hesa ferð gekk tað ikki. Brøndby legði seg á odda beinanvegin, og hóast AGF javnaði í 1. hálvleiki, so eydnaðist tað Brøndby í 2. hálvleiki at skora sigursmálið.
Munurin millum Brøndby og AaB á næstfremsta plássinum øktist enn eina ferð. Fyri aðru ferð á rað lótu teir í AaB fýra mál fara ígjøgnum, og fyri aðru ferð á rað var talan um eitt mótstøðulið úr Jyllandi, sum er í tunga endanum í superliguni.
Hesa ferð var AaB í Vejle. Heimaliðið kom á odda við tveimum málum, men AaB kom afturíaftur og javnaði. Men síðstu løtuna spældi Vejle mótstøðumenninar niður og norður og skoraði tvey mál afturat.
Nýtt álop
FCK, sum hevur UEFA Cup dystin í Amsterdam ímóti Ajax hóskvøldið at hugsa um, hevði tveir nýggjar spælarar í álopinum hesa ferð. Tað var neyðugt, eitt nú tí Todi Jónsson, tíverri, framvegis er skaddur. Í álopinum vóru Peter Møller og georgiski Mikhail Ashvetia, sum var væl upplagdur.
Zuma var als ikki við, og Heine Fernandez var á beinkinum. 13.780 áskoðarar vóru vitni til málleysan 1. hálvleik. Beinanvegin eftir hvíldina skoraði miðvallarin Christian Poulsen fyri FCK, men FCM javnaði til endaliga úrslitið 1?1.
Botnurin
Eftir tapið ímóti Brøndby er AGF niðanfyri niðurflytingarstrikuna, men tað er ivaleyst bara ein spurningur um tíð, hvussu leingi teir vera har.
Verri stendur til hjá Lyngby. Teir eru omanfyri strikuna, men teir hava tapt nógv síðstu tíðina. Nú tykist vera greitt, at superliguliðið fer at flyta úr Lyngby og til Ballerup. So er spurningurin, hvussu tað verður við spælarunum. Venjarin, Poul Hansen, sum áður hevur sagt, at hann ætlaði at rýma, tá sáttmálakeiðið var runnið komandi ár, er ikki so avgjørdur, nú tað er greitt, at liðið fær ein nýggjan heimavøll.
Sunnudagin hevði Lyngby vitjan av OB, sum framvegis ikki hevur pláss fyri Johan B. Hansen í besta hópinum. 1.147 áskoðarar møttu upp, og teir sóu gestirnar vinna 3?2.
Silkeborg hevði vitjan av Viborg. Felags fyri bæði liðini var, at tey skiftu venjara í síðstu viku. Hvørki liðið vildi tapa, og so endaði tað 1?1.