Um Claus Bech Jørgensen hevði verið tøkur til landsliðið, hevði hann verið í somu støðu, sum aðrir lyklaleikarar á landsliðnum. Tað er soltið við spælitíð á høgum støði. Ígjár var Claus við í hópinum hjá Blackpool FC, sum leikti 1/8 finalu ímóti Tottenham á White Hart Lane leikvøllinum í London. Men tað untist ikki Claus at sleppa á vøllin. Simon Grayson, venjari hjá Blackpool brúkti bara tvær av teimum trimum útskiftingunum. Spurs komu á odda 1-0 eftir 18 minuttir. Málskjútti var, sum so ofta fyrr: írski Robbie Keane. Í 57. minutti skoraði Pascal Chimbonda til endaliga úrslitið 2-0. Blackpool pressaðu væl í 2. hálvleiki, men teir tóku ikki av møguleikunum. Poul Robinson stóð aftur í málinum hjá Spurs. Men hann undirstrikaði tað ringu gongdina við at koma skeivt út, við eitt hornaspark. Simon Grayson harmaðist um úrslitið, men var kortini nøgdur við innsatsin hjá Blackpool-leikarunum. Nýggji venjarin hjá Spurs: Juande Ramos var glaður fyri at koma víðari í Liga-steypakappingini, men gjørdi vart við, at Spurs mugu betra seg bæði offensivt og defensivt, um liðið skal standa seg í Premier League! Arsenal vann trygt 3-0 á Sheffield United. Liverpool vann 2-1 á Cardiff, og Chelsea vann 4-3 á Leicester. Manchester City vunnu 1-0 úti í Bolton. Liðið hjá Gunnari Nielsen; Blackburn vunnu 2-1 á Portsmouth.