Clinton ávegis til Haiti

Fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton, fer í morgin avstað til vanlukkurakta Haiti, har hann skal samskipa neyðhjálpararbeiðið. Sambært netavísini hjá danska Ekstra Bladet, fer Clinton til Haiti við neyðsynjarvørum og fyri at hitta leiðarar og fólk, ið eru beinleiðis rakt av ógvusliga jarðskjálvtanum.

Leygardagin hevði sitandi amerikanski forsetin kallað teir báðar forsetarnar, ið sótu áðrenn hann, Bill Clinton og George W. Bush, saman.

Hann heitti á teir báðar um at standa á odda fyri amerikonsku hjálpini á Haiti, umframt at teir báðir eisini eru høvuðsmenninir aftanfyri innsavningargrunnin The Clinton Bush Haiti Found.