Colin Hendry farin á húsagang

Gamla verjukempan hjá Blackburn Rovers og skotska fótbóltslandsliðnum, Colin Hendry hevur tað ógvuliga svárt í hesum døgum.

 

Í juli í fjør doyði kona hansara, Denise aftaná eina longri sjúkralegu, og Colin Hendry gjørdist einkjumaður við fýra børnum.

 

Nú er tann 44 ára gamli Colin Hendry eisini komin í eitt stórt fíggjarligt ódnarveður. Hann skyldar nógvan, og hann hevur eisini eina stóra skattaeftirstøðu. 55 kreditorar hava krøv ímóti Colin Hendry, og ígjár koyrdi rætturin í Blackpool í Onglandi Colin Hendry á húsagang. Skuldin hjá Colin Hendry er fleiri miljónir pund.

 

Í 1995 vann Colin Hendry Premier League við Blackburn Rovers. Hendry spældi 235 dystir og skeyt 12 mál fyri Blackburn.

 

Colin Hendry var við skotska landsliðnum, sum tók lut í EM-endaspælinum í 1996, og HM-endaspælinum í Fraklandi í 1998. Colin Hendry spældi 51 landsdystir og skoraði trý mál fyri Skotland.

 

Colin Hendry spældi eisini ímóti føroyska fótbóltslandsliðnum í hesum tíðarskeiðnum. M.a. í tí fyrsta dystinum landanna millum, tá Skotland vann 5-1 á Føroyum á Hampden Park tann 12. oktober í 1994.