Copernicus: Fjøllini, sum mynda landslagið kring Cape Town

Fjøll, grønir dalar, turt hálendi og myrkablátt hav síggjast týðiliga á dagsins fylgisveinamynd frá evropeisku Copernicus-skipanini.

Mynd: European Union/Copernicus Sentinel-2

Dagsins Copernicus-mynd vísir ein part av Western Cape í Suðurafrika og tey sermerktu Cape Fold-fjøllini, sum ganga tvørtur um landslagið har suðuri í landinum.

 

Fjøllini liggja sum langir, næstan parallellir ryggir millum Atlantshavið og turrara lendið inni í Suðurafrika. Dalarnir og láglendið kring fjøllini – millum annað økini kring Cape Town – hava stóran týdning bæði fyri búseting, landbúnað og náttúruna á staðnum.

 

Myndin varð tikin 5. juni 2026 av einum av Sentinel-2-fylgisveinunum hjá Copernicus. Tá var vetur á sunnaru hálvu jarðar.

 

Á myndini sæst týðiliga, hvussu landslagið broytist frá strondini og inneftir í landið. Myrkabláa Atlantshavið liggur fram við strondini, meðan grønu litirnir vísa gróður og dyrkað lendi á slættunum og í dalunum.

 

Longri inni í landinum broytist liturin til brúnar og okkurlittar tónar, har fjallaryggirnir og turrara hálendið taka yvir. Smá hvít skýggj síggjast eisini yvir hægru fjallaøkjunum.

 

Sentinel-2-fylgisveinarnir verða millum annað nýttir til at fylgja við gróðri, landbúnaðarøkjum og vistskipanum í fjallalendi. Upplýsingarnar kunnu nýtast til umsiting av lendi og vatntilfeingi og til náttúruvernd.

 

 

 

Mynd: European Union/Copernicus Sentinel-2