Hevði ov stutta frástøðu og rendi á bil

Eitt ferðsluóhapp var í Norðragøtu um hálvgum ellivu tíðina í gjárkvøldið.

Sambært løgregluni koyrdu tveir bilar sama veg, tá bilurin, sum koyrdi aftanfyri, rendi á bilin frammanfyri.

 

Orsøkin var eftir øllum at døma, at førarin ikki hevði neyðugu frástøðuna til bilin frammanfyri, tá hann minkaði ferðina.

 

 

 

 

 

Ein annar bilførari varð tíðliga í morgun tikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

 

Um fimm tíðina fekk løgreglan fráboðan um eitt soloóhapp, har ein bilur hevði rent á eitt skelti.

 

Løgreglan fór á staðið og hevði illgruna um, at førarin hevði drukkið.

 

Hann varð biðin um at blása í alkometrið og varð síðani skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.