Tveir menn úr Nordmøre í Noregi eru ákærdir fyri at hava selt fisk, sum ikki var egnaður til mannaføði, fyri næstan 50 milliónir norskar krónur.
Hetta svarar til umleið 32 milliónir krónur í okkara peningi.
Økokrim í Noregi, sum kannar fíggjarlig brotsverk, sigur sambært norska kringvarpinum NRK, at hetta er størsta mál av sínum slagi í Noregi nakrantíð.
Samanlagt hava menninir selt fleiri enn 550 tons av fiski til viðskiftafólk bæði innan-og uttanlands, og hetta er sambært ákæruni hent í árunum, 2018 til 2023.
Sambært ákæruni hava partar av fiskinum havt samband við gólv og skitin økir, og kortini er fiskurin seldur sum mannaføði.
- Málið er serstakt, og vit hava ikki havt líknandi mál av hesi støddini í rættarskipanini, sigur norski politiadvokaturin hjá Økokrim, Kristian Johansen.
Hann vísir á, at tað, sum er serliga álvarsligt, er, at felagið eisini skal hava selt sjálvdeyðan fisk.
Økokrim hevur lagt upp til, at teir báðir menninir í Nordmøre skulu gjalda tilsamans 28 milliónir norskar krónur, sum teir skulu hava tjent upp á søluna av fiskinum.
Hetta svarar til slakar 20 milliónir krónur í okkara peningi.
Sambært NRK hevur Økokrim kanna virksemið hjá felagnum síðan á heysti í 2024.
Norska matvørueftirlitið hevði til fánýtis roynt at funnið út av, hvar fiskurin hjá felagnum var endaður. Úrslitið var, at fiskurin helst var endaður hjá óvitandi keyparum.
- Tað eru serliga skerpandi umstøður, at brotsverkið hevur verið so umfatandi og hevur verið framt yvir eitt so langt tíðarskeið, verður sambært NRK sagt í ákæruritinum móti monnunum.
Lagt verður aftrat, at menninir eisini hava selt fleiri hundrað tons av alifiski til viðskiftafólk, har fiskurin hevði sár og onnur lýti.
Her er talan um sølur fyri fleiri enn 24 milliónir norskar krónur, sum svarar til stívliga 15 milliónir í okkara peningi.
NRK veit at siga, at málið kemur fyri í norsku rættarskipanini í januar mánaði næsta ár, og níggju dagar eru settir av til sakarmálið.












