- Dálkarin hevur ábyrgd av at rudda burturkast og olju burtur

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Beintu Løwe um oljudálking í náttúruni

Fyrst í oktober mánað setti Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, fyrispurning til landsstýrismannin í Umhvørvismálum um oljudálking í náttúruni. Hon vísti í viðmerking á, at fleiri dømi eru um oljudálking, ið ongin tekur ábyrgd av, og har partar eru ósamdir um, hvør eigur ábyrgdina og harvið kostnaðin fyri at rudda upp eftir dálkingina. 

Hon spurdi í fyrra lagi Helga Abrahamsen, hvør hevur ábyrgdina av at rudda upp eftir oljudálking í náttúruni. Hann svaraði soleiðis:

- Yvirskipað er tað dálkarin, sum hevur ábyrgd av at rudda burturkast, olju og annað burtur. Fyri at basa oljudálking á sjónum krevst serlig útgerð. Tí er í lógini um verju av havumhvørvinum ásett, at kommunur skulu basa oljudálking í havnum, fram við bryggjum, havnarløgum og í bátahyljum. Uttan fyri hesi øki er tað Landsverk, sum skal basa dálkingini.

- Um tað er staðfest, hvør dálkarin er, ber hann kostnaðin fyri at basa dálking. Er dálkarin ókendur, ber ávikavist kommunan ella Landsverk kostnaðin. Tað eru ongar beinleiðis ásetingar um at basa oljudálking uppi á landi, men her eru tað vanligu
reglurnar um burturkast, sum galda.

- Øll skulu lata sítt burturkast til ta kommunalu burturkastskipanina. Tað er eisini galdandi fyri olju. Eigarar skulu beina burturkast/olju á privatum økjum burtur. Á almennum økjum er tað uppgávan hjá kommunum.

- Kommunur skulu, um neyðugt, geva boð um, hvussu burturkast/olja skal burturbeinast.
Ber ikki til at staðfesta, hvør hevur ábyrgdina, skal kommunan burturbeina burturkast/olju.

Í øðrum lagi spurdi hon landsstýrismannin, hvussu tað er, um tveir partar eru ósamdir um, hvør eigur ábyrgdina av einari oljudálking.

- Sum nevnt omanfyri, eru tað ávikavist kommunan og Landsverk, sum skulu basa oljudálking á sjónum. Er talan um dálking uppi á landi, skal kommunan geva tí, sum hevur ábyrgdina, boð. Kann tað ikki staðfestast, hvør hevur ábyrgdina, beinir kommunan oljuna burtur, og ber kostnaðin, sigur Helgi Abrahamsen.

Til síðst vísti landsstýrismaðurin á, at um ein borgari ella eitt virki ikki ger eftir boðum frá kommununi um at taka burturkast ella olju upp, kann borgarin/virkið verða revsað við bót.