Hava lýst kunngerð um gott sálarligt arbeiðsumhvørvi

Í dag er nýggja kunngerðin um sálarligt arbeiðsumhvørvi lýst. Hetta merkir, at arbeiðsgevarar nú fáa greiðar treytir og skyldur at tryggja eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi – á jøvnum føti við tað fysiska arbeiðsumhvørvið.

“Hetta er eitt øki, sum stendur mær nær. Vit hava tosað nógv um trygd og ergonomi, og hetta eru týdningarmikil evni – men trivnaður og sálarlig vælvera eru minst líka avgerandi fyri, hvussu vit hava tað, og hvussu væl vit megna arbeiðið.” sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í arbeiðsumhvørvismálum.

 

Sjónarmiðið aftan fyri kunngerðina er, at sálarligur tryggleiki og trivnaður eru grundleggjandi fyritreytir fyri einum góðum [SJ1] og vælvirkandi arbeiðsplássi. “Vit brúka stóran part av okkara lívi á arbeiðsplássinum. Og tað, sum hendir har, hevur beinleiðis ávirkan á okkara trivnað, heilsu og lívsgleði. Tí er tað eitt stórt framstig, at vit nú hava sett greiðar karmar fyri, hvussu arbeiðast skal við sálarliga arbeiðsumhvørvinum.” Kunngerðin setur greiðar treytir fyri, hvussu arbeiðið skal skipast, m.a. við atliti at arbeiðsbyrðu, ógreiðum krøvum, høgum kensluligum krøvum, niðrandi atburði og arbeiðstongdum harðskapi.

 

Kunngerðin staðfestur, at arbeiðsgevarar hava ábyrgd av at skipa arbeiðið á ein hátt, sum bæði fyribyrgir og handfer viðurskifti, ið hava ávirkan á sálarliga arbeiðsumhvørvi. Arbeiðsgevarar skulu hava virkið eftirlit við arbeiðinum, og teir skulu tryggja nøktandi vegleiðingar og mannagongdir fyri, hvussu møguligar fráboðanir frá starvsfólkum skulu handfarast.

 

Kunngerðin er lýst í dag, men kemur í gildi 1. august 2025. Arbeiðsgevarar hava sostatt eitt tíðarskeið at gera neyðugu tillagingarnar, so arbeiðsplássini liva upp til nýggju krøvini um sálarligt arbeiðsumhvørvi.

 

Sí kunngerðina her.