Dánial Pauli er nýggi maðurin á Strandferðsluni

52 ára gamli Dánial Pauli Davidsen er settur sum nýggjur samferðslu- og marknaðarleiðari í Strandfaraskipum Landsins.

 

Hann tók við starvinum eftir Jens Petur Brattalíð, sum er settur sum leiðari av marghøllini í Vági. Dánial Pauli Davidsen byrjaði í starvinum fyrst í oktobur.

 

Seinastu árini hevur Dánial Pauli Davidsen starvast hjá J&K Petersen. Hann er útbúgvin sum búskaparfrøðingur og hevur millum annað starvast í mong ár hjá Berlingske, hollendsku fyritøkuni VNU, sum fíggjareftirlitsfólk hjá Frelsunarherinum í Danmark og ráðgevarafyritøkuni Uniq. Í 2007 lá leiðin til Føroya, har hann gjørdist marknaðarstjóri í Posta, áðrenn leiðin gekk víðari Faroe4Fish og síðani til J&K Petersen.

 

Hóast Dánial Pauli Davidsen býr í Havn við familju síni, so er starvsstaðurin á Tvøroyri, og hvørt sunnukvøld liggur leiðin so suður um Suðuroyarfjørð, og norður aftur fríggjakvøld.