Dagføring av bygningum hjá fólkakirkjuni

Allir prestagarðarnir hava eitt serligt skáp, ið verjir kirkjubókina, um eldur kom í húsini. Trygdin skal vera í lagi, so grundskrásetingin av fólkinum í Føroyum er væl vard.

Tað eru ikki einans kirkjurnar í Føroyum, sum hava fingið ábøtur, síðani fólkakirkjan var yvirtikin sum málsøki í 2007.

 

Prestagarðarnar vóru ein partur av yvirtøkuni. Málsøkið hevði tá í mong ár ligið í dvala, meðan bíðað varð eftir eini politiskari semju um at yvirtaka tað kirkjuliga málsøkið. 

 

Um tað mundið, tá málsøkið varð yvirtikið, vóru prestagarðarnir niðurslitnir og tørvaðu stórar ábøtur. Fleiri av prestagørðunum vóru í sera vánaligum standi, skrivar folkakirkjan.fo.

 

Longu í 2007 visti kirkjuligi myndugleikin av, at neyðugt var við serstøkum og málrættaðum tiltøkum, um allir prestagarðarnir skuldu liva upp til at vera bústaður og arbeiðspláss hjá sóknarprestinum.


Landsverk var Føroya Stiftsstjórn ein hollur fakligur stuðul við atliti at prestagørðunum.


Avgjørt varð í 2008 at heita á donsku fyritøkuna Bascon at gera eina støðulýsing av gørðunum.

 

Støðulýsingin var eitt hent amboð og ein virðismikil liður í skipaðari dagføring av gørðunum.

 

Leiðslan í fólkakirkjuni hevur altíð havt ta fatan, at skulu prestagarðarnar varðveitast í Føroyum sum bústaður og arbeiðispláss hjá presti, so mega teir vera á einum rímiligum og forsvarligum støði, bæði við atliti at bústaði og arbeiðsviðurskiftum.  


Prestagarðarnir hava søguligt virði

Tá ið talan er um prestagarðar, nemur tað aldargamlan mentanararv á fleiri økjum, bæði innan siðsøgu, byggisøgu og kirkjusøgu. Prestagarðurin eigur at verða viðfarin sum eitt søguligt hús í staðbundna økinum, sum hýsti vitan og málsligum førleika.  

 

Tignarliga og væl úr hondum greidd er bókin um teir gomlu prestagarðarnar, ið arkitekturin Palli Gregorissen, sáli, hegnisliga greiddi úr hondum saman við øðrum. Tað sømir seg einum mentaðum fólki at fara væl um søguna og aldargamalt handverk og byggilist. 

 

Harafturat eru prestagarðarnir eitt kirkjuligt tekin, tí her vitjaði fólkið og vann sær vitan og sálarrøkt, tá ið vanlagnan rakti. 

 

Prestagarðurin og kirkjubókin

Meginreglan er, at teir kirkjubókaførandi sóknarprestarnir búgva í einum prestagarði. Hetta vegna tess, at kirkjubókin er almenn skráseting og krevur karmar, ið eru nøktandi til at verja kirkjubókina, so hon ikki misferst.

 

Allir prestagarðarnir hava eitt serligt skáp, ið verjir kirkjubókina, um eldur kom í húsini. Trygdin skal vera í lagi, so grundskrásetingin av fólkinum í Føroyum er væl vard.

 

Bústaðarskyldu

Teir kirkjubókaførandi sóknarprestarnir hava bústaðarskyldu. Teir hava skyldu at búgva í prestagarðinum, og misrøkt av bústaðarskylduni er uppsagnargrund.

 

Tá bústaðurin er ein skylda hjá sóknarprestinum er tað eyðsýnt, at prestagarðurin líkur tey krøv, ið annars er galdandi á bústaðarmarknaðinum.

 

Bústaðarskyldan er ankrað í løgtingslógini um embæti og størv í fólkakirkjuni.

 

Ábyrgd av prestagørðunum

Tað er Føroya Stiftsstjórn, ið hevur ábyrgdina av prestgørðunum. Stiftsstjórnin setti sær sum mál longu í 2008, at garðarnir skulu vera í góðum standi. Síðani fólkakirkjan var yvirtikin sum føroyskt málsøki, eru flestu prestagarðarnir dagførdir.

 

Føroya Stiftsstjórn valdi at dagføra prestagarðarnar úti um landið millum teir fyrstu, t.d. suðuri í Vági, á Viðareiði og á Sandi. Miðstaðarøkið hevði eisini stórar avbjóðingar t.d. í Fuglafirði og í Tórshavn. Í løtuni er stóraarbeiði í gongd á Tvøroyri.

 

Kostnaðarmikil postur

Kirkjugrunnurin, ið Føroya Stiftsstjórn umsitur, eigur og rekur prestagarðarnar. Hetta er ein kostnaðarmikil postur. Tey seinastu 10 árini eru omanfyri 50 mió. kr. nýttar til viðlíkahald og dagføringar av prestagørðunum.

 

Tað hoyrir við til søguna, at almennu Føroyar rindaðu ein lítlan part av dagføringini av gørðunum tey fyrstu árini sum endurgjald fyri, at kirkjuni politisk varð álagt at yvirtaka prestagarðarnar í sera vánaligum standi. 

 

18 prestar í prestagarði

Ikki allir sóknarprestarnir búgva í einum prestagarði. Í løtuni hýsa 18 av teimum 20 gørðum, ið fólkakirkjan eigur, eini prestafamilju, skrivar folkakirkjan.fo.