SF: ItaloBrothers lova stórt show

Týski poppbólkurin er til reiðar at geva fólki eina stóra uppliving á Summar Festivalinum í kvøld

ItaloBrothers komu fyrr í dag til Føroya

Teir hava heimskendar sangir og remix, teir eru framúr á palli, og teir duga serstakliga væl at fáa lív í stórar áhoyrarafjøldir.

 

Mikukvøldið spældu teir á stóra Smukfest í Danmark, og um vikuskiftið framføra teir í Finnlandi. Men hóskvøldið eru teir á Vágsbø og ætla at geva áhoyrarunum eina stóra uppliving.

 

– Vit eru sera glaðir fyri at hava fingið høvið at koma til Føroya at spæla, og vit ætla okkum at skapa eitt stórt show á Summar Festivalinum í kvøld, siga teir í ItaloBrothers.

 

Teir spæla sonevndan Dance-tónleik. Tað er lívligur, fangandi, elektroniskur popptónleikur. Stóru hittini hjá ItaloBrothers eru eitt nú "Stamp On The Ground", "My Life Is a Party" og "Summer Air",

 

– Vit hava nógvar kendar sangir, góðan tónleik, og fólk fara at fáa høvi til bæði at dansa og syngja við.

 

ItaloBrothers spæla á Vágsbø hóskvøldið klokkan 01.

 

##med2##

 

ItaloBrothers komu fyrr í dag til Føroya