Dan hevur ongantíð vunnið ímóti HB

Kappingin snýr seg um bronsuplássið, tá ið tað í kvøld verður grannauppgerð í Gundadali

HB og B36 hava bæði 19 stig. Málmunurin hjá B36 er væl frægari, enn hann er hjá HB, sum hevur latið 16 mál ígjøgnum, meðan bólturin 10 ferðir er farin ígjøgnum hjá Mattiasi H. Lamhauge í B36 málinum.

 

Tað eru níggju stig frá feløgunum í Gundadali og fram til Víking á næstfremsta plássinum. So í løtuni snýr grannauppgerðin seg um at vinna bronsuplássið. Tá ið tað fyri tveimum mánaðum síðani var grannauppgerð millum feløgini í Gundadali, vann HB 1-0.

 

HB venjarin Dalibor Savic hevur havt ábyrgdina í tveimum dystum. Báðu ferðirnar hevur tað verið í Gundadali, og higartil hevur talan verið um fulla úrtøku – 2-1 í steypadystinum ímóti AB og 3-0 í landskappingardystinum ímóti 07 Vestur.

 

Álopsspælararnir Øssur M. Dalbúð og Hilmar Leon Jakobsen eru tøkir aftur. Miðverjin Gustav Kjeldsen og vongverjin Hanus Sørensen eru skaddir. Landsliðsmálverjin Teitur Matras Gestsson hevur givið avboð til teir fýra landsdystirnar, sum vera næstu tvær vikurnar. Tað kann tó hugsast, at hann verður í HB málinum í kvøld.

 

Dan Brimsvík hevur verið B36 venjari síðani á heysti í 2020. Hann hevur 38 ferðir havt ábyrgdina av besta B36 liðnum í landskappingardystum. Í fýra av teimum hevur HB verið mótstøðuliðið, og enn er tað ikki eydnast Dan Brimsvík at vinna fulla úrtøku ímóti HB. HB vann ein dyst í fjør 4-2 og tveir endaðu javnir – 0-0 og 2-2 – og so var tað í triðja umfari í ár, at HB vann 1-0.

 

Hjá B36 er Benjamin Heinesen darvaður av knæskaða, og tað er ivasamt, um Andrass Johansen verður førur fyri at spæla í kvøld. Eisini hann er darvaður av skaða í knænum.

 

B36 – HB: Alex Troleis kl. 18.00.