Ein dystur var seinnapartin leiktur í Meistaradeildini hjá kvinnum.
Á Dungasandi í Sørvági syrgdi Dania Olsen fyri, at NSÍ vann 1-0 á 07 Vestur á Dungasandi í Sørvági. Heidi Sevdal legði upp til sigursmálið, ið var skotið tíðliga í seinna hálvleiki.
Sambært dystir.fo var málverjin hjá NSÍ, Abigail Tawiah Mensah dagsins leikari.
KÍ og HB eru fremst í deildini við 19 stigum hvør. Víkingur og NSÍ hava 12 stig hvør. Skála ÍF hevur seks stig, B36 hevur trý stig, og 07 Vestur er aftast við ongum stigi.











