Mattias byrjaði fyri fyrstu ferð inni í dysti í Allsvenskuni

Áki D. Samuelsen og liðfelagarnir í Mjällby taptu á heimavølli

U21-landsliðsleikarin, Mattias Hellisdal hevur verið tolin, og hann hevur arbeitt hart fyri at vinna seg inn á liðið hjá Västerås SK, ið spælir í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskuni. 

 

Í dag hendi tað gleðiliga, at Mattias á fyrsta sinni byrjaði inni fyri Västerås SK í dysti í Allsvenskuni.

 

Västerås SK leikti á heimavølli javnleik 1-1 móti gamla liðnum hjá Mikkjali K. Thomassen, AIK Stockholm. 

 

Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Marcus Baggesen legði heimaliðið á odda í 45. minutti. Men dómarin hevði lagt nógva tíð aftrat í fyrra hálvleiki, og fýra minuttir inni í yvirtíðini javnaði AIK til 1-1.

 

Mattias fekk 67 minuttir á miðvøllinum hjá Västerås. Frá Sofascore fær hann karakterin: 7,1, og frá Soccerstand fær hann karakterin: 6,3.

 

Áki D. Samuelsen var við frá dystarbyrjan, tá Mjällby á heimavølli tapti 0-1 fyri BK Häcken. Í yvirtíðini í fyrra hálvleiki fekk Mjällby Axel Norén riknan av vøllinum fyri at gera eina "neyðbremsu". Áki var tí skiftur út í steðginum, tá heimaliðið royndi at verja javnleik 0-0 heim. Men í 75. minutti megnaði útiliðið at skjóta sigursmálið.

 

Mjällby er nummar seks í deildini við 13 stigum. Teir hava seks stig upp til oddaliðið, Sirius Uppsala, ið hevur 19 stig. Västerås SK er nummar 12 við níggju stigum. Teir hava seks stig niður til tey bæði aftastu liðini, Halmstad og IFK Göteborg, ið hava trý stig hvør.