Í dag verður fyri 18. ferð skipað fyri almenna flaggdegnum fyri fólk, sum Danmark hevur sent út í tænastu kring heimin.
Dagurin fevnir um øll, sum eru ella hava verið send út frá danska herinum, tilbúgvingini, løgregluni, uttanríkisráðnum og heilsuverkinum eftir avgerð hjá Fólkatinginum, stjórnini ella einum ráðharra.
Endamálið er bæði at heiðra tey, sum hava verið í tænastu uttanlands, og at minnast tey, sum hava latið lív. Samstundis er dagurin ein tøkk til avvarðandi hjá teimum útsendu.
Almenna hátíðarhaldið í Keypmannahavn fevnir millum annað um kransaløgu við minnismerkið fyri altjóða átøk Danmarkar eftir 1948 á Kastellet, minningargudstænastu í Holmens Kirke og skrúðgongu fyri tey, sum hava verið send út seinasta árið, á Christiansborg Slotsplads.
Kongshjúnini eru millum luttakararnar saman við umboðum fyri danskar myndugleikar og altjóða samstarvsfelagar.
Eitt alment hátíðarhald verður eisini hildið í Jútlandi, og í ár er tað í Holstebro. Harumframt verður flaggdagurin markeraður við tiltøkum kring allan ríkisfelagsskapin.
Tá almennur flaggdagur er í Danmark, skulu allir statsligir myndugleikar flagga við splittflaggi av Dannebrog frá bygningum sínum.
Hugskotið til flaggdagin kom frá yvirkonstablinum Kim Eg Thygesen, sum hevði verið í Kosovo í 2004 og Afghanistan í 2006. Danska stjórnin tók avgerð um flaggdagin í 2009, og fyrsti flaggdagurin varð hildin sama ár.
Keldur: Ritzau, danska Verjumálaráðið og danski herurin











