Køin av fólki, sum vilja siga Haraldi kongi farvæl, er í dag vorðin um 1,2 kilometrar long.
Sambært vaktunum hjá norska kongshúsinum er bíðitíðin um sjey tímar, skrivar norska tíðindastovan NTB.
Um 11-tíðina rakk køin heilt frá Slottsbakken, runt um Fredriks gate og niðan móti slotshavanum í Kristian IVs gate.
Men hóast drúgvu bíðitíðina hava norðmenn ikki latið seg ræða frá at standa í kø.
– Vit eru her fyri at heiðra ein mann, sum hevur givið alt fyri Noreg. At bíða er tí tað minsta, vit kunnu gera. Vit vilja vísa honum somu virðing aftur, sigur Nora, sum stendur í køini, við norska miðilin VG.
Haraldur kongur liggur í slottskapellinum í Oslo, har almenningurin hevur høvi at siga farvæl.










