info
Ongi úrslit

Eig­ur festarin eisini kirkjuna?

Gevur festirætturin einum festara heimild at avgera, hvør sleppur at vitja kirkjur, fornminni og náttúruøki á festinum? Tað vil Bjarni Kárason Petersen hava landsstýrismannin í vinnumálum at greiða frá.

Eirikur Lindenskov
3. september 2026 kl. 12:45

Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn, hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, ein grein 52a fyrispurning um markið millum rættindini hjá festarum og onnur samfelagslig áhugamál.

Tingmaðurin spyr millum annað, um festirætturin til landsjørð bert verður latin við tí endamáli at tryggja landbúnaðarliga nýtslu av jørðini. Hann vil eisini vita, um festarar kunnu fáa heimildir, sum ikki eru neyðugar fyri landbúnaðarligu nýtsluna, og hvat rættarliga grundarlagið í so fall er.

Kirkjur, fornminni og náttúruvirði

Ein týðandi partur av fyrispurninginum snýr seg um øki og virði, sum hava almennan áhuga, men liggja á einum festi.

Bjarni Kárason Petersen spyr, um tað at vera festari av landsjørð í sjálvum sær gevur heimild at umsita onnur samfelagslig áhugamál enn tey, sum hoyra undir landbúnaðarliga nýtslu. Hann nevnir millum annað fornminni, kirkjur, mentanarsøgulig virði, náttúruvirði og almenna ferðslu.

Um festarin ikki hevur hesa heimild, vil tingmaðurin hava at vita, hvørja fatan landsstýrismaðurin hevur av markinum millum landbúnaðarliga ræðisrættin hjá festaranum og onnur almenn áhugamál og rættindi, sum eru knýtt at sama øki.

Hvør kann avmarka atgongdina?

Løgtingsmaðurin spyr eisini beinleiðis, um ein festari kann avmarka atgongdina til eitt fornminni, eina kirkju ella annað mentanarsøguligt virði, sum stendur á festinum.

Hann vil hava landsstýrismannin at greiða frá, um festirætturin í sjálvum sær gevur festaranum heimild til at regulera almenna atgongd til slík virði.

Í viðmerkingunum verður víst á, at fólk í vanliga orðaskiftinum ofta fata tað soleiðis, at tann, sum hevur landsjørð í festi, hevur ein næstan fullkomnan ræðisrætt yvir øllum, sum er á festinum.

Men festiskipanin er ein landbúnaðarrættarlig skipan, har landsjørð verður latin til landbúnaðarliga nýtslu. Samstundis kunnu onnur samfelagslig áhugamál vera á sama øki, eitt nú náttúruvernd, fornminni, mentanararvur, kirkjur og reglur um almenna ferðslu.

Endamálið við fyrispurninginum er tí at fáa greiðu á grundleggjandi markamótinum millum landbúnaðarliga ræðisrættin hjá festarum og onnur almenn rættindi og samfelagslig áhugamál.

Jacob Vestergaard hevur tvær vikur at svara fyrispurninginum.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

16 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Djóni Samuelsen hevur gjørt tvey ára sáttmála við B36

32 minuttir síðan
Tíðindi

Trump leypir á Fox News á valnáttini

3 tímar síðan
Tíðindi

Metir Demokratarnar vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum

4 tímar síðan
Tíðindi

Republikan­ar­ar missa senat­ssess í North Carolina

4 tímar síðan
Fótbóltur

EFL valdi Geza á vikuliðið

6 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bayern vann stórdystin og United fekk loksins ein sigur

7 tímar síðan
Tíðindi

Setur spurnar­tekin við drúgvu frið­ing­ina á Føroya­banka

7 tímar síðan
Hondbóltur

Marita vann á Mariu í bestu donsku hondbóltsdeildini

7 tímar síðan
Tíðindi

Kann Invest in Denmark hjálpa Føroyum at fáa íløgur?

8 tímar síðan
Tíðindi

Spanski sam­ferðslu­ráð­harrin fer frá eftir tok­vanlukkur

9 tímar síðan
Tíðindi

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

10 tímar síðan
Tíðindi

Heystveðrið sæst aftur í elframleiðsluni

11 tímar síðan