Tey bæði landsliðini sum flest føroyingar halda við til endaspøl, Ongland og Danmark møtast í EM-hálvfinaluni á Wembley leikvøllinum í London, mikukvøldið klokkan 20. Kvøldið fyri møtast Spania og Italia í hinari hálvfinaluni.
Veddingarfyritøkurnar peika á Ongland sum rættiliga greiðan favoritt til at vinna á Danmark á Wembley leikvøllinum mikukvøldið, og nógvir onglendingar, bæði fjepparar og miðlar eru sigursvísir.
Men Ongland hevur ikki skorað móti Danmark í tveimum teimum seinastu dystunum.
Liðini vóru í bólki saman í Nations League Deild A.
Dysturin í Parkini í Keypmannahavn 8. september í fjør endaði við javnleiki 0-0. Tá liðini hittust á Wembley leikvøllinum vann Danmark 1-0 við einum sigursmáli Christian Eriksen skoraði uppá brotsspark í fyrra hálvleiki.
Í samrøðu við BBC 5 Live, ið er ein rás nógvir føroyingar lurta eftir minti enski landsliðsvenjarin, Gareth Southgate lurtararnar á, at Danmark hevur eitt sterkt landslið sum hann hevur stóra virðing fyri.
Av øðrum týðandi dystum millum Danmark og Ongland kunnu nevnast áttandapartsfinalan í HM-endaspælinum í Japan og Suðurkorea í 2002, ið Ongland vann 3-0.
Til EM-endaspælið í Svøríki í 1992 vóru londini í bólki saman. Tá endaði dysturin við javnleiki 0-0. Danmark vann seg víðari úr bólkinum, og endaði við at vinna EM tá. Ongland mátti ferðast heim aftaná bólkaspælið.
Í 1983 vann Danmark ein týðandi 1-0 sigur á Onglandi í einum EM-undankappingardysti á Wembley. Sigursmálið skoraði Allan Simonsen uppá brotsspark. Danmark endaði frammanfyri Ongland í undanbólkinum, og var bara eitt brent brotsspark hjá Preben Elkjær í hálvfinaluni móti Spania frá at spæla EM-finalu móti Fraklandi árið eftir.
Talan er um fjórðu EM-hálvfinaluna hjá Danmark, ið eisini vann seg í EM-hálvfinaluna í 1992, 1984 og í 1964.
Talan er um triðju EM-hálvfinaluna hjá Onglandi, ið eisini vann seg í EM-hálvfinaluna í 1996 og í 1968.