Danmark skyldar íløgur til flogvøllin

Donsku fólkatingslimirnir Aage Frandsen og Søren Søndergaard meta, at danir mugu gera íløgur í flogvøllin í Vágum, áðrenn hann verður yvirtikin

FØROYA PRÁT

Á gongugøtuni í Havn finna vit teir báðar fólkatingslimirnar og limir í Føroya nevndini á Fólkatingi, Aage Frandsen frá SF (Socialistiskt Folkeparti) og Søren Søndergaard, Enhedslisten. Við posunum fullum av ullavørum spáka teir sær ein túr í føroyska høvuðsstaðnum. Teir eru skjótir at yvirtala til eitt prát.
Júst Enhedslisten og SF eru kendir fyri teirra vinarliga politikk í málum, ið víkja Føroyum.
Báðir flokkar atkvøddu fyri uppskotinum hjá Tórbirni Jacbosen um at avtaka herðanarligu revsilógirnar í Føroyum.
? Vit hava fingið váttað, at tað er ótrúliga týdningarmikið, at vit frá danskari síðu virða tey ynskju, sum eru í Føroyum um at fáa meira at siga í egnum húsi, sigur Søren Søndergaard.
Vit spyrja eisini, um hendan góða 21 manna nevndini hevur nakað endamál longur. Er tað pengarnar og stríðið vert?
? Um nevndin hevur nakra meining longur, kann mann gott seta spurnartekin við. Vit eru í øllum vorðin klókari av hesari vitjanini, men tað kundu vit eisini verið á annan hátt. Upprunaliga tankagongdin við hesari nevndini var at sleppa undan ov nógvum sjálvstýri í Føroyum, tá føroyingar fóru ígongd við at samráðast um hetta. Men vit kunnu so brúka tað til nakað annaðí dag og fáa betri kunning, sigur Aage Frandsen.

Flogvøllurin
Eitt mál, sum hevur verið uppi og vent á fundunum hjá Føroya nevndini við bæði landsstýrið og floksfermenninar eru flogvøllurin í Vágum.
? Tann framferðarhátt, stjórnin nýtir í sambandi við føroysk ynski um størri sjálvstýri er ikki tann rætti. Serliga tá hugsað verður, at tað, sum danskari staturin eigur í Føroyum, má vera í lagi.
? Og her hugsi eg serliga um flogvøllin, sum bíðar eftir einari iløgu, ið danski staturin skyldar fyri einar 200 milliónir.
Og hin fólkatingslimurin er heldur ikki ósamdur.
? Vit skulu sjálvsagt lata flogvøllin verða yvirtiknar í einari støðu, har hann kann virka uttan undaksloyvi. Tað má vera púra klárt, at flogvøllurin eins og alt annað, tú letur frá tær, eigur at virka uttan undantak, sum talan er um nú. So mugu pengar til knýtast aftur, sigur Søren Søndergaard.
Er tað ikki lættari hjá tykkum at koma við tílíkum, tá tit sita í andstøðu?
? Tað er klárt, at tað er altíð lættari sum andstøðu, men vit koma væl einaferð at sita í stjórn ella vera partur av grundarlagnum fyri einari stjórn, og tá verða vit noyddir at halda hesi lyfti, sigur Søren Søndergaard.

Straffilógirnar
? Hetta við herðanarligu revsilógini, har Fólkatingið tvingar nakað útyvir føroyskar myndugleikar. Hetta kann ikki góðtakast, sigur Søren Søndergaard, uttan at vit noyðast at biðja hann koma inn á hetta.
Sum nevnt atkvøddu bæði SF og Enhedslisten fyri uppskotinum um at avtaka herðnaðarligu revsilógirnar. Og báðir eru teir púra samdir um, at hetta ikki eigur at koma fyri.
Málið varð eisini reist á fundunum í Føroyum.
Aage Frandsen, Søren Søndergaard og hini limirnir í Føroya nevndini á Fólkatingi fóru aftur til Danmarkar fríggjadagin.