Fleiri stór donsk virki eru farin úr Russlandi eftir blóðugu innrásina hjá Putin í Ukraina, men bjálvingarfyritøkan Rockwool noktar – og tað er ein gullrandað forrætning hjá steinulsrisanum.
Donsku Danwatch og Ekstra Bladet hava verið í gjøgnum frágreiðingarnar hjá teimum fýra dótturfeløgunum hjá Rockwool til russisku skattamyndugleikarnar síðani 2019 – og avdúka, at sendar eru milliardir av krónum úr Russlandi til høvuðsskrivstovuna í Hedehusene vestan fyri Keypmannahavn.
Serliga størsta russiska dóttirfelagið, Rockwool LLC við 550 starvsfólkum, hevur verið tann heilt stóra pengamaskinan.
Rockwool LLC hevur boðað frá, at felagið undir krígnum í 2022 hevur havt framgongd í umsetningi upp á slakar 500 milliónir krónur sum tilsamans var 2,2 milliardir krónur í mun til árið fyri. Tølini eru fráboða russiska roknskaparmyndugleikanum, har dagar ikki verða tiknir í millum innanhýsis sølu millum feløg í einum samtaki.
##med2##
Tilsamans hava tey fýra dótturfeløgini boðað frá umsetningi upp á 3,1 milliardir kro´nur í 2022, sum svarar til 11,4 prosent av samlaða umsetninginum hjá samtakinum kring allan heimin. Í gomlum ársfrágreiðingum hjá Rockwool, millum annað frá 2011 og 2014, verður umsetningurin í Russlandi eisini upplýstur at vera yvir 10 prosent av samlaða umsetninginum hjá Rockwool.
Tað framgongur eisini av skattaskjølunum, at tey fýra dótturfeløgini tilsamans hava givið ein vinning eftir skatt upp á 521,9 milliónir krónur bara í 2022. Hartil kemur samlaði vinningurin eftir skatt frá 2019 til 2021 upp á eitt sindur meira enn eina milliard krónur, so tilsamans frá 2019 til 2022 hava verið 1,6 milliardir krónur í vinningini, sum kann verða sendur úr Russlandi til Danmarkar.
Ein partur av vinninginum stavar frá veitingum til krígsskip og kavbátar hjá russiska flotanum, sum Danwatch og Ekstra Bladet áður hava avdúkað.
Í almennum skattaskjølum framgongur eisini, at Jens Birgersson og Kim Junge Andersen, fíggjarstjóri, í 2019 bóðu um at fáa fluttan allan vinning frá Rockwool LLC frá árunum 2002 til 2009 til Danmarkar. Upphæddin, 495 milliónir krónur, varð goldin 12. apríl í 2019.
Samstundis framgongur, at høvuðssætið í Danmark í 2019 og fram til 2021 tók stuttfreistað lán í Rockwool LLC upp á tilsamans 468 milliónir krónur. Lán, sum seinast vórðu longd í mars 2022 mitt undir krígnum í Ukraina.
Lánið og áður goldnir pengar eru tilsamans 963 milliónir krónur – og hartil kemur vinningurin frá 2019 til 2022 upp á 1,6 milliardir krónur, sum kunnu útgjaldast til Danmarkar.
Andrii Onopriienko, varamenningarstjóri í stovninum fyri politiska gransking í School of Economics í Kyiv, hevur gjøgnum verkætlanina Leave- Russia.org nágreiniliga fylgt vesturlendskum feløgum og virksemi teirra í Russlandi.
Sambært honum kann stóri pengastreymurin vera við til greiða frá, hví Rockwool ikki vil fara úr Russlandi.
“Tað vísir jú púra greitt, at Russland er ein týdningarmikil marknaður fyri Rocdwool og fyri samlaða yvirskotið hjá samtakinum. Tað fer at hava munandi ávirkan at missa yvir 10 prosent av samlaða umsetninginum”.
“Samstundis kunnu russisku dótturfeløgini hava ein framtíðar strategiskan týdning, sum tey ikki vilja sleppa,” sigur hann.
Rockwool hevur higartil hildið fast um forkláringina um ótta fyri tjóðartøku, tá samtakið hevur skula rættvístgjørt, hví tey eru verandi í Russlandi. Hóast bæði vesturlendskar stjórnir og forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelensky, áður hava heitt á feløg um at fara úr Russlandi.
##med3##
Hetta er úr ársfrásøgnini hjá samtakinum:
“Um vit fóru úr Russlandi, høvdu verksmiðju okkara og immateriellu rættindi til okkara serstøku tøkni mest sannlíkt verði tjóðartikin ella á annan hátt lating lokalum aktørum”.
Danwatch og Ekstra Bladet hava lat upplýsingarnar frá russisku myndugleikunum um lán og vinning fyri Rockwool og spurt, hvussu stóran týdning russiski marknaðurin hevur fyri samtakið. Tey vilja ikki svara. Í staðin skrivar samskiftisstjórin Michael Zarin í einum stuttum telduposti soleiðis:
"Vit viðmerkja ikki um fíggjarligar smálutir í ávísu londunum".
Tær fýra verksmiðjurnar hava eisini stóran týdning fyri samtakið. Í 2015 vóru russisku aktivini "tann hægsti prosentparturin av aktivum í einum einstøkum landi", stendur í ársfrágreiðingini hjá samtakinum.
Í samrøðu við danska blaðið Politiken í apríl í 2023 upplýsti aðalfstjórin í Rockwool, Jens Birgersson, at Rockwool hevur virði í Russlandi fyri umleið 7,5 milliardir krónur.