Danske Bank slepti samstarvinum við Royal Greenland, tí bankin kundi ikki góðtaka ta politisku uppíleggingina í fyritøkuna Royal Greenland, sum í síðstu viku fekk tilsøgn um 500 milliónir krónur úr grønlendska landskassanum, skyldar svenskum, týskum og bretskum bankum og 2,3 milliardir krónur.
Danske Bank var ein av samstarvsbanmkunum hjá grønlendska felagnum, men fyri tveimum árum síðani segði bankin samstarvið upp, tí bankin var troyttur av teirri politisku uppíleggingini í felagið, skrivar Berlingske Business.
Um tað mundið ætlaði leiðslan í felaqgnum at fáa privatar íleggjarar at seta pengar í Royal Greenland, men tað vildi tað táverandi Siumut-landsstýrið ikki og gav ístaðin leiðsluni sekkin. Tað fekk Danske Bank at ripa lokið á kassan, skrivar Berlingske Business.