Danske kæmpe- og folkeviser

Zakarias Wang

 

Hvør hevur lagt hesa bókina til rættis?

Hetta er nakað, sum Marianne Clausen hevur spurt meg, men eg veit ikki svarið. Eg havi so spurt meg fyri, men havi einki svar fingið.

Kann tað veruliga hugsast, at eingin veit, hvør ið hevur skrivað hesar vísur og fingið tær givnar út í 1903 hjá P/F Fram, sum annars er kent sum útgevari av Tingakrossi?

Henda bók er eitt megnarverk, og øll orsøk er til at vera errin av at hava fingið hana út. Tann, sum hetta hevur gjørt, má hava skyldfólk, og kann tað veruliga hugsast, at tey ikki eru errin av at hava ein so framúrskarandi rithøvund í síni ætt?

Tey, sum vita nakað, eru vælkomin at seta seg í samband við undirritaða.