Danskir politikarar vilja hava ávirkan

Fyrrverandi blaðstjórin og politiski viðmerkjarin, David Trads, sigur, at unga ættarliðið í donskum politikki fer í størri og størri mun at leggja seg út í innanhýsis viðurskifti í Føroyum. Økta uppíleggingin fer elva til nógv fleiri samanbrestir millum føroyskar og danskar politikarar í framtíðini, væntar hann

Tað hevur ikki skortað við álopum úr Føroyum á danskar politikarar seinastu vikuna. Í føroysku fjølmiðlunum hava bæði føroyskir politikarar og borgarar annars givið greitt til kennar, at danir eru farnir út um mark í spurninginum um fosturtøku í Føroyum.
Í fjølmiðlunum hevur hugburðurin hjá føroyingum verið greiður: Danir eiga ikki at leggja seg út í føroysk viðurskifti.
Kortini hava danskir politikarar tvíhildið um, at teir hava frælsi at siga sína hugsan um føroysk viðurskifti. Tað hevur leingi rátt ein semja í ríkisfelagskapinum millum Føroyar og Danmark, at partarnir eiga ikki at blanda seg í viðurskiftini hjá hvørjum øðrum, men málið um fría fosturtøku í Føroyum hevur varpað eitt nýtt ljós á viðurskiftini millum Danmark og Føroyar.
Vit hava spurt fyrrverandi blaðstjóran á dagblaðnum Informatión og politiska viðmerkjaran, David Trads, um tað er ein nýggjur táttur í ríkisfelagsskapinum, at danskir politikarar vilja bart út sleppa at siga sína hugsan um føroysk viðurskiftið, um teir hava hug til tað.

Blanda okkum nú.
David Trads er rættiliga sannførdur um, at sonevnda "stiltiende" ella tigandi semjan millum føroyskar og danskar politikarar um, at Føroyar og Danmark eiga at skipa viðurskiftini í hvør sínum lagi, er undir broyting.
?Tað er heilt givið, at unga ættarliðið í donskum politikki sær øðrvísi upp á spurningin. Eins og at danskir politikarar hava fingið eina siðvenju at siga sína hugsan um viðurskiftini hjá menningarlondum, vænti eg, at danskir politikarar í framtíðini fara at blanda nógv meir í føroysk viðurskifti, sigur David Trads.
Politiski viðmerkjarin vísir á, at unga ættarliðið vil hava møguleika at ávirka føroyskan politikk, eftir sum at danski skattgjaldarin rindar eina heildarveiting á góðar 600 mió. krónur um árið til Føroya.
?Rindar tú fyri tónleikin, vilt tú gjarna sjálvur gera av, hvat verður spælt, vísir fyrrverandi blaðstjórin á Informatión á.
Spurdur, um tað er væntandi, at danir bert fara vilja at hava ávirkan í Føroyum á sonevnd etisk øki sum javnrættindi, fosturtøku og borgararættindi, svarar politiski viðmerkjarin, at tað verður óivað á øllum økjum, at danir vilja siga sína hugsan.
?Eg vænti, at danskir politikarar fara gera seg galdandi á flest øllum økjum, hóast tað er blóðskeivt sambært Heimastýrislógini, sigur David Trads.
Hann leggur afturat, at uppíblandingin gongur báðar vegir
?Eg vænti eisini, at føroyskir politikarar fara at fáa ein virknari leiklut í donskum politikki av tí sama. Vit hava jú dømi um í 1998, at føroyskur fólkatingslimur tryggjaði Nyrup stjórnini fíggjarlógina ígjøgnum, so tað gongur báðar vegir. Tú mást heldur ikki gloyma, at føroyingar eisini hava blandað seg í danskan politikk.

Kunnu vit harvið vænta fleiri samanbrestir millum føroyskar og danskar politikarar í framtíðini?
Ja avgjørt. Eg vænti eisini, at samanbrestirnir verða á øllum økjum, sigur David Trads


Skylda føroyingum einki
David Trads greiðir frá, at hugburðurin millum danir um Føroyar er, at Danmark skyldar ikki Føroyum nakað. Heldur hinvegin kennir vanligi danin Føroyar sum eitt haft um beinini.
?Seinastu 10 árini hevur tann vanligi danin ikki sæð Føroyar sum annað enn ein trupulleika. Fyrst var alt rokið um bankamálið, og síðan stríðið hjá føroyingum at vinna størri sjálvræðið. Fleiri danir halda, at føroyingar hava sýnt ótakksemi mótvegis dønum, eftir at danski statskassin hjálpti føroyingum úr kreppuni. Eg má staðiliga vísa á, at hetta er hugburðurin í Danmark og ikki mín egni, staðfestir politiski viðmerkjarin.

Sett upp á pláss
Feskasta dømið um uppílegging í føroysk viðurskifti eru útsagnirnar hjá familjuráðharranum, Henriette Kjær, um at Føroya eiga at hava fría fosturtøku. Á tíðindafundi týsdagin gav forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen annars greitt til kennar, at danskir politikarar áttu ikki at leggja seg út í føroysk viðurskifti, men kortini valdi ein limur í stjórnini at siga sína hugsan.
Spurdur hvør avleiðingin verður fyri Henriette Kjær í hesum málinum, svarar David Trads, at familjuráðharrin fær óiva eina sonevnda nøs fyri útsagnirnar, og verður sett upp á pláss.
?Útsagnirnar hjá henni stríða beinleiðis ímóti føroyapolitikkinum hjá donsku stjórnini. Tað er eitt sindur øðrvísi, tá ein limur í stjórnini leggur seg út í kjakið enn eitt nú ein fólkatingslimur, og tí eri eg vísur í, at hon verður sett upp á pláss av Anders Fogh Rasmussen, sigur David Trads at enda.




Citat:






Anders Fogh Rasmussen: Danskir fólkatingslimir eiga ikki at leggja seg út í innanhýsis viðurskifti í Føroyum. Vit eiga at virða rættin hjá føroyingum at taka avgerðir um síni egnu viðurskifti

Forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, á tíðindafundi á Christiansborg

Tað er burturvið, at føroyskir politikarar fýlast á, at eg blandi meg í føroysk viðurskifti. Allir danskir politikarar hava meiningar um ES og ríkisfelagskapin, og hví skuldi eg ikki havt møguleika at siga mína hugsan
Kamal Qureshi við Sosialin

At danskir politikarar gjøgnum felagsskapir leggja seg út í okkara viðurskifti er óhugnaligt! Hvat verður tað næsta, sum onkur tilvildarligur útlendskur politikari fer at leggja seg út í?
Rúna Sivertsen í lesarabrævi í bløðunum


Kjarnan í ríkisfelagsskapinum er, at Føroyar og Danmark í hvør í sínum lagi skipa síni viðurskifti, og vit blanda okkum ikki í viðurskiftini hjá hvørjum øðrum
Hans Pauli Strøm við Sosialin

Higartil hevur ein felagsskapur og einstakir parlamentarikarar í Føroyum og Danmark úttalað seg, men tá talan er um ein danskan ráðharra, er støðan øðrvísi. Eg haldi tað er ótrúliga óheppi, at eitt umboð fyri stjórnina blandar seg í viðkvæma málið.
Jóannes Eidesgaard við Sosialin


-Der er det samme (at sige sin mening om abort på Færøerne, blðm) som at kommentere situationen i USA. Så længe det er en kommentar og en opfordring. Det synes jeg, vi skal have lov til, siger hun.
Danski familjuráðharrin, Henriette Kjær, við Kristelig Dagblad

At danskir fólkatingslimir nú koma her og bjóða sær til at forkoma okkum í fosturlívi, er ein so stór provokatión í móti Føroya fólki, sum vit ikki undir nøkrum umstøðum kunnu góðtaka
Katrin Dahl í lesarabrævi í Føroyum