Eftir mikið stríð og strev er tað eynast fyrireikarunum av Norðoyastevnuni at fáa skránna til stevnuna lidna. Eins og vanligt hevur verið neyðugt at broytt hana nakrar ferðir, av tí at tiltøk eru komin afturat, men mikudagin var endaliga skráin liðug. Og endaliga skráin vísir, at skipað verður fyri dansi í fýra støðum um Norðoyastevnuna.
Fyrsti Norðoyastevnudansurin byrjar fríggjakvøldið, tá yngra ættarliðið hevur høvi at leita sær til diskotek í Lognbrá. Men tað stórsta dansitiltakið hetta kvøldið verður helst dansurin í KÍ høllini, har Islanders fara at spæla. Hesin bólkurin leggur seg eftir at spæla dansitónleik til tey vaksnu, og er aldursmarkið sett til at vera 20 ár. Um ein ikki er nøgdur við dansin í Lognbrá og í KÍ høllini, so nýtist einum ikki at fella í fátt, tí hetta kvøldið skipar Klaksvíkar Klubbi eisini fyri dansi.
Leygarkvøldið verður aftur stórur dansur í KÍ høllini og diskotek í Lognbrá. Tá spæla Hjarnar í KÍ høllini. Eisini hetta kvøldið ber til at svinga sær í niðaru hæddini í Klaksvíkar Klubba. Men hetta kvøldið er eisini ein fjórði møguleiki, bæði fyri yngri og eldri. Klokkan hálvgum eitt byrjar nevniliga føroyskur dansur í Skálanum.
Sunnukvøldið er aftur dansur. Tá verður rundað av við dansið í Klaksvíkar Klubba og við diskoteki í Lognbrá.