Dapra huglagið rennur sum eitt tema gjøgnum improviseraðu kompositiónirnar hjá Øssuri Johannesen á nýggju fløguni »Lívsins tunga vetrarmyrkur«, har hann sjálvur spælir øll ljóðførini
Tann skapandi tilgongdin tey tvey kvøldini, tónleikurin varð tikin upp, var heilt nátúrlig. Tí er heldur onki tilgjørt, leitað ella pátikið yvir tónleikinum, sigur Øssur Johannesen.
- Tónleikurin streymaði heilt nátúrliga gjøgnum meg og varð tikin upp í hesum líki. Hendan tvífløgan er eitt nátúrligt framhald av mær, av míni tónlistarligu ferð gjøgnum lívið og tí, eg havi skapt frammanundan. Hon inniheldur mína sál og anda og mínar persónligu lívsupplivingar, sigur Øssur Johannesen.
Rasmus Rasmussen hevur lagt ljóðlandsløg og trummuforrit afturat tónleikinum, eins og hann eisini hevur tikið upp og ljóðblandað fløguna.
Í fløguhúsanum eru litmyndir av málningum eftir Øssur Johannesen.
Tað er plátufelagið Tutl, sum gevur tvífløguna »Lívsins tunga vetrarmyrkur« út.