Vanlukka
Beint fyri klokkan 23 danska tíð mikukvøldið fekk politiið í Esbjerg boðini umvegis alarmsentralin, at ein maður var dottin niður í lastina umborð á stóra ídnaðartrolaranum Darvin, og at maðurin hevði fingið álvarsligan løst.
Eingin vitni vóru til vanlukkuna, og maðurin hevði ligið leingi, áðrenn hann var funnin. Hildið verður, at vanlukkan er hend millum klokkan 20 og 21 danska tíð.
Veðrið var hampiligt í Norðsjónum, tá ið vanlukkan hendi.
Maðurin var 47 ára gamli Magni Olsen, sum var ættaður av Toftum, men hevur búð leingi í Esbjerg. Hann hevur í fleiri ár siglt sum stýrimaður við Darwin.
Sambært politinum í Esbjerg er maðurin dottin seks metrar niður í lastina, og nakkin hevur tikið. Helst er hann deyður beinanvegin av fallinum.
Sjóvrjan sendi eina tyrlu út á Darwin, sum var staddur í Norðsjónum, 70 fjórðingar vestur úr Esbjerg.
Tyrlan fór til Skrydstrup, og haðani varð hann førdur til skaðastovuna í Aabenraa, har staðfest var, at maðurin var deyður.
Darwin skuldi koma inn til Esbjerg í dag, og danska skipaeftirlitið skal kanna skipið nærri.