Dátueftirlitið hevur lokað málið um trygdarbrot

- Vit fegnast um, at málið nú er lokað, og at Dátueftirlitið ikki hevur fleiri viðmerkingar til málið, siga tey í Klaksvíkar kommunu

 

- Vit hava nú fingið endaligt svar frá Dátueftirlitinum í sambandi við trygdarbrotið, sum rakti kommununa í september 2024. Dátueftirlitið metir, at arbeiðið, sum kommunan hevur framt eftir netálopið, er nøktandi, og hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið. 

 

Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu.

 

Lagt verður aftrat, at eftir áheitan frá Dátueftirlitinum hevur kommunan mett um verandi KT-trygd, gjørt eina neyva váðameting og dagført sítt trygdargrundarlag. Haraftrat hevur kommunan endurskoðað sín KT-trygdarpolitikk og styrkt arbeiðið við kunningartrygd og dátuvernd. 

 

- Í endaligu metingini staðfestir Dátueftirlitið, at Klaksvíkar kommuna hevur gjørt eina gjølla og skipaða váðameting og sett tiltøk í verk fyri at minka um váðan fyri, at líknandi trygdarbrot kunnu raka kommununa í framtíðini. 

 

Í Klaksvíkar kommunu verður sagt, at tey framhaldandi fara at arbeiða miðvíst við KT-trygd, dátuvernd og áhaldandi betringum av trygdarstøðinum hjá kommununi, og kommunan fegnast um, at málið nú er lokað.