Detroit farin av knóranum

So illa stendur til í amerikanska bilbýnum, at áheitan um trotaviðgerð varð latin inn í gjár, veit dr.dk at siga frá Business Insider.

Detroit skyldar meir enn 100 millliardir krónur. Býurin er rakur av stórum arbeiðsloysi og ógvusligari fráflyting.

Í 1950 búðu á leið 1,8 milliónir í Detroit, men í dag er fólkatalið bara 650.000.

Detroit er størsti býur í statinum Michigan. Hann er kendur sum heimstaðurin hjá amerikanska bilídnaðinum. Tær tríggjar stóru bilverksmiðjurnar General Motors, Chrysler og Ford vóru allar í Detroit, og nóg mikið arbeiði var til íbúgvarnar.

Men automatiseringar elvdu til uppsagnir, og harumframt varð bilaframleiðslan flutt til Asia. Arbeiðsloysið fekk fólk at flyta úr Detroit.

- Vánalig fíggjarumsiting, minkandi íbúgvatal og víkjandi skattagrundarlag seinastu 45 árini hava fingið Detroit út á eggina, segði Kevyn Orr, umsitingarleiðari í Detroit, fyri einum mánaði síðan. Nú hevur hann latið áheitan inn um trotaviðgerð.

Vónað verður, at býurin kann fáa ovurstóru skuldina niður, so fólk aftur fáa hug at flyta til Detroit.

Stórt lógloysi

Út ímóti 78.000 bygningar í býnum standa tómir, og helmingurin av teimum er mettur at kunna rapla. 40 prosent av gøtuljósunum virka ikki, og lógloysið er fimm ferðir størri her enn miðaltalið fyri landið.

Orr heldur, at stóra lógloysið er av stóru skerjingunum hjá løgregluni, og at fimm løgregluovastar hava verið í fimm ár.

Minni enn helmingurin av sjúkrabilunum í býnum virkaði bara onkuntíð seinasta ársfjórðing. Akførini hjá sløkkiliðnum eru somuleiðis í ringum standi.

Áheitanin um trotabúðaviðgerð er gjørd í eini roynd at kapitalisera virðini í býnum og nøkta kreditorar og pensjónsgrunnar. Teir hava sýtt fyri at siga stóran part av skuldini frá sær, tá Orr fyrr hevur roynt at bjargað býnum frá húsagangi.

83 prosent av fólkinum í Detroit eru svørt, og nógv teirra eru fátæk. Arbeiðsloysið í býnum er um 18 prosent, á leið tvífalt so stórt sum aðrastaðni í USA.

Samanborið við New York verða 11 ferðir so nógv fólk dripin í Detroit, eitt morð fyri 1719 íbúgvar.

(Mynd: Fabrizio Costantini © Scanpix)