Leygardagin komu 7 næmingar úr einum serskúlaflokki í Gotlandi á vitjan í Føroyum. Við í fylginum eru lærarar teirra og tey hava vitjað ein flokk á Sernámsdeplinum í Havn. Tey koma úr einum skúla í Gotlandi, har 750 næmingar ganga. 50 teirra eru serskúlanæmingar.
Hittust á netinum
Kjartan Clementsen hevur tikið sær av gestunum, saman við Arnold Eyvindsson.
Tað kann tykjast løgið, men lyklaorðini í hesi søgu eru nót og at rógva út.
Startskotið var, at Kjartan Clementsen var á Tess-skeiði og kom á alnótini, ella internetinum, í samband við flokkin í Gotlandi, tá hann róði út á alnótini.
Alt hetta endaði við, at næmingar og lærarar úr Gotlandi nú hava vitjað í Føroyum, har ein fiskitúrur í Nólsoyarfirði hevur verið millum heilt stóru upplivilsini.
Umframt at vitja Í Kirkjubø, Elduvík, Norðurlandahúsinum, við Gjógv og á Tinganesi, so fóru tey upp á takið á Hotel Hafnia, fyri at njóta útsýnið. Har fingu tey eisini lunda at smakka, umframt at tey hava roynt bæði turra grind og turran fisk.
Men tað vóru lundarnir, ið festu seg hjá næmingunum úr Gotlandi og teir avgjørdu, at lundafugl máttu teir uppliva.
Digitalir lundar
Og tískil varð farið ein túr í Nólsoyarfjørð og út ímóti Glyvursnesi. Dorg var við og tað eydnaðist at síggja lunda, sum beinanvegin varð avmyndaður við digitalum myndatólum, so myndin kann goymast á teldu.
Spyr ein næmingarnar, hvat størsta upplivingin á ferðini í Føroyum hevur verið, so svarar lítla Anna, at tað avgjørt eru lundarnir, og at hon nú er fiskiserfrøðingur. Fongurin í Nólsoyarfirði var nevniliga 45 seiðir.
Og hinir næmingarnir eru samdir við Onnu. Lundarnir og fiskitúrurin standa ovast á breddanum. Sjálvt tað, at flúgvast skal 3 ferðir, fyri at koma til Føroya, er einki aftur ímóti at fáa sær eitt kók í Nólsoyarfirði.
Góðir stuðlar
Fyri at ferðin til Føroya kundi gerast veruleiki, so mátti sparast saman og arbeiðast, tí peningur skal til.
Foreldur hava latið lutir, so at næmingarnir úr Gotlandi kundu selja lutaseðlar. Næmingarnir hava eisini spart saman, arbeitt og selt fløskur.
Men stuðul frá lokalum feløgum hevur munað væl, eins og stuðul frá Lions Club, Foreningen Norden, Rotary, Odd Fellow, kirkjuni og øðrum hevur avgjørt eisini hevur verið við til at gjørt ferðina møguliga.
Nú vóna føroysku vertirnir, at tað fer at gangast teimum líka væl at skava pening saman og at finna stuðlar, tí ferðin í Føroyum hevur verið væleydnað og føroysku vertirnir kundu hugsað sær at vitjað í Gotlandi.
Gestirnir úr Gotlandi eru á einum máli um, at í Føroyum hava tey verið væl móttikin. Tey fóru avstað aftur við flogfari í gjár og skuldu flúgva 3 ferðir, fyri at koma heim, men eftir í minninum stendur upplivingin av at hava flotið á Nólsoyarfirði og óivað koma digitalir lundar á teldurútin í Gotlandi, tá næmingarnir koma aftur í skúla.m, og hetta hevur eisini gingið heilt væl. Sjálvur haldi eg at hetta bara hevur riggað heilt væl.
Dómararnir ímóti Toda?
Síðani vit tosaðu við Toda, hevur stjóri felagsis verið alment frammi í fjølmiðlunum, við viðmerkingum um, at Todi at kalla einki fær frá teimum dómarum, sum døma í superliguni. Sum dømi um hetta nevndi hann júst dystin, sum vit høvdu sæð felagið spælt móti AB, og har Todi beint eftir dystin segði dómarin var ein skandala.
Júst við hesum dysti í hugaðum, spurdu vit eisini Toda, um hetta eisini er generelt galdandi fyri dómararnar í dystum teirra, soleiðis at hann kennir ein ávísan illvilja móti sær sjálvum.
- Akkurát handan dystin var tað nokk heilt ekstremt. Tað hevur tó ofta verið tosað um, at eg fái ov nógvar dómar ímóti mær. Serliga tá eg spældi í álopinum.
Tað er tó klárt, at dómarar eisini tosa sínámillum, og fellur ein viðmerking um, at hasin heldur nógv í mótstøðumonnum og líkandi, so er tað kanska náttúrligt, at teir fylgja serliga væl við hesum.
Tað er tó kanska torført at síggja, hvat er loyvt og ikki, tí tá vit spæla í altjóða dystum, so er dømingin aloftast heilt øðrvísi, so tað er eitt sindur ringt at vita, hvar markið fyri slíkum er.
Greið mál fyri framtíðina
At enda spurdu vit Toda, hvørjar ætlanir og hvørji mál hann hevur sett sær fyri framtíðina, bæði í felagshøpi og viðvíkjandi føroyska landsliðinum.
- Í FCK er mítt mál sjálvandi at verða meistari við felagnum, umframt at eg sjálvandi eisini vil varveita tað plássið, sum eg havi á liðnum. Gongur hetta væl, so er vónin sjálvandi eisini at koma víðari við fótbóltinum, og hetta hevur eisini verið ein dreymur í langa tíð.
Um hetta ikki hendir, so er tað kortini ikki tað heilt stóra vónbrotið, tí eg eri hóast alt komin eitt fitt petti av leiðini. Eg eri í dag 28 ár, so hetta skal kanska henda innan fyri tey bæði komandi árini. Spælarar í altjóða fótbólti síggja tó út til at gerast eldri, so eg vóni at hava nøkur góð ár afturat sum yrkisleikari. Talan verður tó helst ikki um nakran bosman-dóm í mínum føri, tí tá sáttmálin hjá mær gongur út, gangi eg á 32. ári, og so er spurningurin, um nakað felag er áhuga í at gera eina íløgu í mær tá.
Skal alt hetta gerast veruleiki, er tó fyrst og fremstu neyðugt, at eg her í FCK sýni spæl á høgum støði yvir eitt longri tíðarskeið. Nakað sum eg kanska ikki havi megnað í nóg stóran mun undanfarnu árini.
Halda fast um gongdina
Um lutakastið hjá føroyska A-landsliðnum heldur Todi, at tað er kanska við eitt sindur blandaðum kenslum, tá tosað verður um hetta.
- Vit hava fingið tvey keðilig lið í Russlandi og Jugoslavia, og har eru vónirnar um stig ikki tær heilt stóru, men móti hinum londunum í bólkinum áttu vit at hava havt møguleika fyri stigum.
Móti Luksenburg eiga vit at seta okkum sjálvum krav um seks stig, meðan vit somuleiðis eiga at krevja stig á heimavølli móti Sveis og Slovenia.
Ert tú sostatt av teirri sannføring, at føroyskur á ein hátt er komin á eitt vegamót, soleiðis at vit ikki longur bert eru glaðir amatørar, sum vóna tað besta burtur úr øllum dystum, men hinvegin ikki seta fram krav um nakað sum helst?
- Sjálvandi eru vit framvegis ein lítil tjóð í fótbóltshøpi, men vit eiga eisini at kunna seta krøv til okkum sjálvar. Vit hava eftir hondini nógvar leikarar, sum royna seg uttanlands, og vit mugu royna at koma víðari á fótbóltsleið okkara.
Eisini fyri teir ungu leikararnar, sum stremba eftir at koma á landsliðið, er tað av stórum týdningi, at vit hava nøkur úrslit at vísa á, og tað haldi eg eisini, at vit hava. Hóast tað sjálvandi kiksar viðhvørt, so hava vit seinnu árini spælt fleiri góðar dystir, og vit tapa heldur ikki so greitt,sum vit ofta hava gjørt fyrr, so alt í alt sær tað gott.
Tað hongur alt saman. Tá fleiri spælarar royna seg uttanlands, er hetta við til at hækka støðið á landsliðnum. Hægri støði gevur øktan áhuga í umheiminum, og hetta ger tað aftur lættari hjá øðrum spælarum at sleppa uttanlands. Talan er um at koma í eina positiva ringrás, og hesa haldi eg eisini vit eru um at koma í við føroyska landsliðnum.