Dómarin hjá Víkingi hevur tvær ferðir dømt føroyska landsliðið

39 ára gamal íslendingur skal leiða dystin millum KAA Gent og Víking

Hóskvøldið klokkan 19 bíðar ein torfør uppgáva hjá Víkingi í øðrum undanumfarinum í Conference League.

 

Á útivølli á Planet Group leikvøllinum í Gent í Belgia tekur KAA Gent ímóti Víkingi í fyrra dystinum í øðrum undanumfarinum í Conference League.

 

Tað verður 39 ára gamli Vilhjálmur Alvar Þórarinsson úr Íslandi, ið verður høvuðsdómari til dystin.

 

Vilhjálmur Alvar Þórarinsson hevur dømt altjóða dystir síðani 2015, og hann hevur sostatt fitt av royndum. 

 

Vilhjálmur Alvar Þórarinsson hevur tvær ferðir dømt dystir hjá føroyska landsliðnum. 23. mars í 2019 dømdi Vilhjálmur Alvar Þórarinsson EM-undankappingardystin Føroyar taptu 1-2 fyri Malta á útivølli. 22. september í 2022 dømdi Vilhjálmur Alvar Þórarinsson dystin á útivølli hjá føroyska landsliðnum móti Litava í Nations League. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. 

 

KAA GENT (BEL) - VÍKINGUR (FRO)

Dómari: Vilhjálmur Alvar Þórarinsson ISL

Hjálpardómari 1: Gylfi Már Sigurðsson ISL

Hjálpardómari 2: Kristján Már Ólafs ISL

Fjórði dómari: Elías Ingi Árnason ISL

UEFA dómaraeygleiðari: Salustià Chato Ciprés AND

UEFA umboð: Geórgios Fandáros CYP