Fyrr í dag fekk Geza David Turi fyrsta dystin í beinini fyri Grimsby aftaná landsliðssteðgin. Á útivølli á Alexandra leikvøllinum eydnaðist tað Grimsby í dysti í League Two at vinna 3-2 á Crewe Alexandra.
Undan steðginum syrgdu Reece Staunton og Iwan Morgan fyri, at Grimsby var á odda 2-0. Stutt eftir steðgin minkaði heimaliðið um munin, men í 59. minutti skoraði Iwan Morgan á øðrum sinni fyri Grimsby. Í yvirtíðini fekk Crewe minkað um munin til 2-3.