Drúgvur skaði

Todi Jónsson venur framvegis einsamallur í FCK, nú liðfelagarnir gera seg til at fara til Suðurafrika á venjingarlegu

fótbóltsútiseti

Tað gongst einki serligt hjá Toda Jónsson at sleppa av við skaðan, sum hevur plágað hann síðani september mánað.
Um jólini var hann í Salzburg í Eysturríki, har hann fekk serviðgerð fyri skaðan, og síðani hetta hevur hann vant fyri seg sjálvan í FCK, men framstigini hava tó verið sera smá higartil.
- Eg dugi als ikki at siga, nær eg verið førur fyri at spæla aftur. Í ringasta føri kann skaðin hava við sær, at eg noyðist at gevast sum leikari, men enn er so bara at koyra á.
Um tvær vikur fer hópurin hjá FCK til Suðurafrika, har teir vanliga eru á venjingarlegu, men enn er so ikki vist, um Todi verður við á ferðini. Tað var hann heldur ikki í fjør, tá tað fyrst og fremst var ivamálið um sáttmálaviðurskifti hansara, sum settu hann uttanfyri.
Men hóast tað soleiðis kann ljóða eitt sindur troystarsleyst hjá fremsta føroyska fótbóltsleikaranum í løtuni, so leggur Todi sjálvur tó dent á, at lagið er gott.
- Eg rokni hóast alt við, at eg verði klárur at spæla fyrr ella seinni. Tað ræður um at vísa tol og venja miðvíst alla tíðina. So fer tað nokk at ganga eru boðini úr Keypmannahavn.
Todi er annars ikki einasti leikarin, sum dregist við drúgvan skaða í løtuni. Norki Erik Mykland hevur seinastu tíðina stríðst við bruna í hælsinuni, og nú tykist tað ivasamt, hvørt hetta fer at kosta honum yrkisleiðina sum leikari. FCK sigst longu nú vera í ferð við at kanna, hvørjir leikarar møguliga kunnu keypast í hansara stað, umframt at talan eisini er um at senda »Myggen« til serviðgerð uttanlands.