Drál kostar tvørafólki 2,5 milliónir

Saneringin hjá ringast staddu kommununum er ikki ílagi enn. Hetta drál ger, at Tvøroyrar Kommuna skal betala nógv meiri í rentum og avdráttum, enn mett

Áki Bertholdsen


Tvørafólk eru ikki sloppin burturúr kreppuni enn.

Og á býráðsfundi mikukvøldið, mátti býráðið taka ta tungu avgerð at seta sparingar í verk fyri at fáa ráð til at betala rentur og avdráttir í summar.

Men tað var eitt samt býráð sum ásannaði, at tað var ongin vegur uttanum, so ætlanin at seta sparingarnar í verk, varð samtykt við øllum sjey atkvøðunum í býráðnum.

Sparingarnar vórðu settar í verk við at endurskoða fíggjarlógina, sum varð løgd í heyst fyri árið í ár.


Mugu spara 2,5 mió.

Talan er um ikki minni enn 2,5 milliónir, sum skulu sparast á fíggjarlógini í ár.

Og tað er ein rættiliga umfatandi sparing í einum kommunukassa.

Orsøkin til sparingina er, at saneringin, sum løgtingið samtykti fyrr í ár at lata tær ringast staddu kommunurnar fáa, er ikki fingin í lag enn.

Løgtingið hevur langt síðani samtykt at sanera tær ringast staddu kommunurnar, so at ongin kommuna hereftir skal skylda meiri enn tríggjar álíkningar.

Men síðani hevur málið ferðast aftur og fram í almennu umsitingini og tí er saneringin ikki sett í verk enn.

Og eftir tí, sum kom fram á býráðsfundinum mikukvøldið, er tað hetta drálið, sum nú kostar Tvøroyrar Kommunu 2,5 milliónir.

Saneringin gongur ígjøgnum kreppulánsgrunnin og hann skuldi gerast upp 30. juni í fjør.

Men eftir tí, sum varð upplýst á býráðsfundinum mikukvøldið, hevði tað ikki borið til at gera hann upp, tí tað vóru tvær kommunur, sum ikki høvdu sent grunninum uppgerðina yvir lánini.

Av tí sama hevur heldur ikki borið til at seta saneringina í verk enn.

Upprunaliga skuldi Tvøroyrar Kommuna betala 15,8 milliónir í rentum og avdráttum í ár.

Men eftir saneringina, kom rentu- og avdráttarbyrðan niður á góðar 11 milliónir.

Og tað er eftir einum gjaldið uppá góðar 11 milliónir at Býráðið legði fíggjarætlanina fyri í ár.

Men nú saneringin ikki er komin í gildið, noyðist kommunan ístaðin enn at betala 15,8 milliónir í avdráttum.

Og fyrra hálvár í ár verður eykarokningin til rentur og avdrátt tískil einar 2,5 milliónir. So leingi saneringin ikki er komin í gildi, er hetta onki at gera við hjá býráðnum, uttan at betala.

Dan Nielsen, býráðsformaður sigur, at sparingarnar, sum vóru neyðugar, eru framdar á flest øllum málsøkjum.

Men harðast er tað gingið útyvir tekniska økið, har serliga ætlaða vatnútbyggingin verður útsett. Annars er ymiskt viðlíkahald spart burtur á nógvum økjum, fyri at koma á mál.

Býráðsformaðurin harmast um, at saneringin ikki er komin í gildið enn, men at býráðið roynir at streingja á fyri at fáa málið avgreitt.

Hann sigur, at næsta takið er at leggja alla kommunuskuldina um til so bílig lán sum gjørligt, og tað arbeiðið er býráðið longu farið undir. Avtalan um kommunuskuldina gongur út á nýggjárinum og tá skal nýggj avtala verða klár. Og tað ræður um at vera í góðari tíð, sigur hann.

Tvøroyrar Kommuna skyldar góðar 130 mió. Eftir saneringina kemur skuldin niður á góðar 100 mió.