Fótbóltur
Ein av hornasteinunum í ætlanunum hjá Toda Jónsson í Fremad Amager er at menna føroyskan fótbólt. Tað er eisini hetta, sum hevur fingið føroyskar sponsorar og íleggjarar við í felagið, og sjálvur tykist Todi sannførdur um, at hetta kann vera ein stór hjálpandi hond til føroyska fótbóltslandsliðið.
- Vit hava tikið útgangsstøði í landsliðnum, og hvat skal til, fyri at menna hetta. Og lat meg siga, at hetta er ikki nakað nýtt hugskot hjá mær. Megna vit at skapa eitt felag, har vit støðugt kunnu menna føroyingar til at spæla í superliguni ella fyri tað Belgia ella Týsklandi, so gagnar hetta eisini landsliðnum.
- Persónliga haldi eg, at tað er stór skomm, at Føroyar framhaldandi tapa 6-0. Líkamikið hvørjar umberingar eru. Tú sært eisini viðmerkingarnar, sum koma alt fyri eitt, nú úrslitini ikki hava verið heilt so góð. Tað eru lond, sum vilja hava okkum úr fína selskapinum á altjóða pallinum, tí tey halda ikki, at vit hava nakað at gera her.
Landsliðið skal heysta fruktirnar
Og sambært Toda, so er spurningurin, hvussu leingi Føroyar hevur ráð at bíða eftir, at landsliðið skal menna spælararnar.
- Tí havi eg saman við íleggjarunum ein áhuga í at skapa betri umstøður fyri landsliðið. Fótbólturin hevur eitt stórt tak á vanliga føroyinginum, og vit síggja hetta sum frymilin fyri at betra um landsliðið. Tú kanst senda spælarar at renna niðan á Háfjall og aftur, men fáa teir ikki fótbóltsligar avbjóðingar á einum høgum støði hvønn dag, so verða teir ikki betri enn eit vist.
Nálareygað ov lítið
- Tí veruleikin er, at føroyingar hava sera trupult við at sleppa út um landoddarnar at royna seg. Sjálvandi eru fleiri ungir spælarar uttanlands til royndarvenjingar, men teir hava avgjørt oddsini ímóti sær. Ikki minst, tí teir sjáldan hava neyðuga støðið her og nú- men teir kunnu mennast. Og samstundis skifta teir tá frá graslíki til gras. Tí verða tað teir fægstu, sum veruliga fáa ein møguleika. Eisini tí føroyingar ikki verða roknaðar fyri nakað í fótbóltshøpi, og tí spælararnir av hesum ikki fáa tann kreditt, sum teir kanska hava uppiborið.
- Her vilja vit geva møguleikan fyri, at ungir spælarar í eini 2-3 ár sleppa at menna seg, so teir veruliga sleppa framat. Kunnu vit á hendan hátt uppala nakrar superliguspælarar – og kanska meira enn tað – so kann hetta verða eitt sera stórt framstig fyri føroyskan fótbólt á altjóða støði. Og fram um alt, so er tað hetta, sum er aðalmálið, sigur Todi Jónsson. Maðurin, sum so ofta hevur gingið á odda fyri føroyska landsliðið á vøllinum, men sum nú vil sleppa at geva sítt stóra íkast uttan fyri vøllin.