Dupult enskt í Champions League

Arsenal og Manchester United fylgdu Chelsea og Barcelona. Aftur í ár eru trý av fýra liðum í hálvfinaluni úr Premier League

Fótbóltur

 

Annað árið á rað, eru trý av teimum fýra liðunum, sum møtast í Champions League hálvfinaluni, lið úr bestu ensku fótbóltsdeildini, Premier League. Arsenal vann ígjár 3-0 – og samlað 4-1 – á Villareal. Manchester United gjørdist fyrsta enska liðið, sum vann á leikvøllinum hjá FC Porto. Manchester United vann 1-0 – samlað 3-2.

 

Dreymahøgg frá Ronaldo

Christiano Ronaldo vísti klassan tá á stóð. Manchester United fekk bert javnleik 2-2 á heimavølli, og mátti tí fram á vøllin.

Longu tá seks minuttir vóru farnir kom United á odda. Ronaldo skeyt eitt kanónskot frá 35-40 metrum, sum gekk við einari ferð uppá meira enn 100 km/t, og bólturin sat snøgt í netinum.

Verjan hjá United var tryggari, og vístu Rio Ferdinand og Nemanja Vidic góðar taktir aftur. Talan gjørdist um fyrstu ferð í seks dystum, at United helt málið reint. Porto hevði nøkur góð skot úti frá, og ein naskan stútara, tá Edwin van der Sar í United-málinum fór skeivur av bóltinum.

United kundi økt til 2-0 í sínum lagi, ikki minst tá Nemanja Vidic frammanfyri málið skeyt langt upp um. Ryan Giggs hevði eisini ein góðan møguleika.

Porto royndi at trýsta ímóti endanum, men tað gav einki úrslit, og fyri fyrstu ferð máttu portugisisku meistarnir lúta ímóti einum enskum liði á heimavølli.

 

Eingin ivi

Arsenal lat ongan iva vera um, at teir vóru betra liði, tá teir tóku ímóti Villareal á Emirates Leikvøllinum í London.

Arsenal hevur víst sína stóru styrki á heimavølli í ár, og tað slapp Villareal at smakka. Hóast stórar rokeringar í verjuni, so stóð verjan hjá Arsenal væl í dystinum. Bert 10 minuttir vóru farnir av dystinum, tá Theo Walcott skoraði eitt hegnisligt mál fyri Arsenal. Cesc Fabregas hælaði bólti elegant til unga onglendingin, sum líka elegant kipti bóltin upp um Diego Lopez í Villareal-málinum.

Villareal kom sjáldan til orðanna í álopspartinum, og tá ein tími var farin av dystinum sást skriftin á vegginum. Fyrst skoraði Emmanuel Adebayor til 2-0, aftaná gott forarbeiðið av Robin van Persie. Sami Robin van Piesie staðfesti sigurin hjá Arsenal, tá hann 20 minuttir fyri leiklok setti eitt brotspark í netið til 3-0.

Villareal-spælarnir mettu ikki, at Diego Godin feldi Theo Walcott í brotsteiginum, og hetta førdi til eitt øðiligt kjaftaslit við dómaran. Ringastur var Sebastian Eguren, sum tóktist beinleiðis at hótta dómaran, og fekk hann tí reyða kortið við brestin.

Tað kundi kortini ikki rørast við fult uppiborna sigurin hjá Arsenal, sum er eitt gott boð uppá ein Champions League vinnara. Leygardagin spæla Arsenal og Chelsea hálvfinalu í FA Cup kappingini. Ein dystur, sum kann fara vísa seg at gerast ein undanframførsla til Champions League finaluna. Hálvfinalurnar vera spældar 28. og 29. apríl, returdystirnir vera 5. og 6. mai. Finalan verður spæld mikukvøldið 27. mai.