Dygd er altíð vælkomin

Tá Henrik Larsen gjørdist landsliðsvenjari, segði hann seg vilja hava Toda aftur á landsliðið. Nú er ynskið runnið út, og tað tykist venjarin vera fegin um

Todi

Tað var ein fegin Henrik Larsen, sum vit høvdu á orði, tá vit hósdagin fregnaðust um, hvussu hann sær støðuna við landsliðnum, nú fremsti føroyski fótbóltsleikarin aftur sigur seg vera tøkan til hetta.
- Tað eri eg sjálvandi fegin um. Ikki minst, um hann megnar at halda seg í góðari venjing og skaðafrían. Sum landsliðsvenjari er tað altíð gleðiligt, um tú hevur góðar leikarar at taka av.
- Og fyri liðið kann tað bara vera gott, at ein somikið sterkur leikari aftur er tøkur. Við síni kropsligu og teknisku styrki, eins og skjótleikanum, er Todi eisini ein leikari, sum kann hvessa okkum álopið, har vit kanska hava mangla tað seinasta pettið í nøkrum av undanfarnu dystunum.
Og at Todi nú er við aftur. Fer tað at broyta nakað í føroyska spælistílinum?
- Tað rokni eg ikki við. Eg ætli so framvegis at spæla við eini 4-4-2 skipan, men tað er greitt, at Todi fer at geva okkum nýggjar møguleikar. Hann er jú ein vandamikil leikari, sum ikki skal nýta tað nógva plássið, so tað er væl hugsandi, at mótstøðumenninir nú mugu ansa betri eftir.

Hava leikt saman
Sum leikari hevur Henrik Larsen í tveimum umførum verið liðfelagi við Toda. Bæði í Lyngby og í FCK, men hóast hetta, so sær venjarin ikki nakran trupulleika í, at teir nú hava leiklut sum ávíkavist venjari og leikari.
- Tað er jú ikki fyrstu ferð, at tað hendir, og í FCK var eg so eisini hjálparvenjari, eftir at eg gavst sum leikari, so tað haldi eg ikki, at tú skal gera til nakran trupulleika. Eg kann jú heldur ikki bíða við at gerast venjari, til allir mínir fyrrverandi liðfelagir eru givnir at spæla, sigur stóri føroyski landsliðsvenjarin at enda.
Og so kann kanska leggjast afturat, at nú er tað bara lyftið um tey sjey stigini, sum er eftir hjá Henrik. Higartil hevur hann umlagt spælskipanina og meira ella minni gjøgnumført eitt ættarliðsskifti á liðnum. Í gjár fekk hann so Toda Jónsson aftur á liðið, og so er spurningurin, um hetta er tað, sum skal til, fyri at fáa neyðugu stigini í skjáttuna. Tað fer komandi HM-undankappingini at vísa.