EB/Streymur leigar tveir spælarar úr KÍ

Betri deildin men: Fýra klaksvíkingar fara at spæla við EB/Streymi í seinnu hálvu

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jákup Norðoy Vilhelmsen (Nr 29)

EB/Streymur hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur leigað Jákup Norðoy Vilhelmsen og Óla Eyðsteinsson Poulsen úr KÍ. Hartil er sáttmáli gjørdur við Ólav Niclassen og Kristian Svabo Eliasen, sum báðir hava eina fortíð í KÍ.

 

Sáttmálin við Ólav Niclassen bleiv kunngjørdur fyri eini tíð síðan og 22 ára gamli Kristian Svabo Eliasen hevur spælt við næstbesta liðnum. Seinnnevndi kann røkja bæði verjukend og álopskend pláss á vøllinum, og hevur spælt 95 dystir í 1. deild fyri KÍ. Umframt hetta hevur hann spælt tveir U19 landsdystir fyri Føroyar.

 

Jákup Norðoy Vilhelmsen er 20 ár og er verjuleikari. Hann hevur spælt 12 dystir fyri besta liðið hjá KÍ og 56 dystir fyri 1. deild hjá KÍ. Umframt hetta hevur hann spælt 17 ungdómslandsdystir fyri Føroyar, skrivar EB/Streymur.

 

Her kann knýtast uppí, at Jákup Norðoy Vilhelmsen bleiv útvístur móti júst EB/Streymi fyrr í ár, eftir at hava lagt upp til avgerandi málið í 2-1 sigrinum við Margáir. Hin spælarin er 23 ára gamli Óli Eyðsteinsson Poulsen, sum kann røkja bæði verjukend og álopskend pláss á vøllinum. Hann hevur spælt 52 dystir fyri besta liðið hjá KÍ og 17 ungdómslandsdystir fyri Føroyar.

 

Tað hevur leingi verið sett spurnartekin við, hvussu leingi fleiri av ungu spælarunum hjá KÍ skulu sita á bonkinum við Djúpumýru. Tó vísti kappingarárið í fjør júst hví KÍ ikki vildi leiga teir út, tí kappingarárið endaði ikki fyrr enn 14. desembur orsaka av evropaævintýrinum.

 

EB/Streymur er mitt í niðurflytingarstríðnum.

 

# LiðDVJTMFMMStig
1 Víkingur1615014774045
2 HB16130333132039
3 16120432161636
4 NSÍ1691636211528
5 B36166553329423
6 07 Vestur166372235-1321
7 Skála ÍF1642101833-1514
8 B68162591128-1711
9 EB/Streymur1631121531-1610
10 ÍF1603131448-343

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jákup Norðoy Vilhelmsen (Nr 29)