Sjálvstýrisflokkurin harmast politisku gongdina seinastu dagarnar, sum førdi til, at Sjálvstýrisflokkurin ikki longur er partur av samgonguni.
Hetta sigur formaður floksins, Helena Dam á Neystabø. Hon sigur, at samstarvið í samgonguni hevur verið strivið frá byrjan, og at tað er ein sannroynd, at løgmaður ikki hevur megnað at samansjóða arbeiðið í tann mun, tað er neyðugt, tá fleiri flokkar skulu arbeiða saman.
? Hóast samgongan bert hevur sitið í góð trý ár, so hava ikki færri enn 11 landsstýrismenn mannað landsstýrið í hesum skeiði.
Heldur enn at viðgera mál fyri mál, eisini tá ósemjur eru um tey, hevur løgmaður lagt seg á eina linju, har hann við almannakunngerð og hóttanum vil trýsta sín vilja ígjøgnum, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hava álit á Sámal Petur í Grund
Hon sigur víðari, at hóast hesa mannagongd, so valdi Sjálvstýrisflokkurin at halda fram við samstarvinum, til tað nú, tá landsstýrismaður floksins varð sagdur úr starvi, varð ovboðið.
? Ein landsstýrismaður umboðar jú ikki seg sjálvan, men flokkin. Ein uppsøgn av landsstýrismanninum er tískil uppsøgn av samstarvi við flokkin, sigur hon.
Orsøkin til at Sjálvstýrisflokkurin ikki heldur fram í sitandi samgongu er fyrst og fremst, at flokkurin hevur fult álit á Sámal Petur í Grund sum landsstýrismanni.
? Flokkurin hevur ongantíð ætlað, at okkara umboð bert skuldi dansa eftir pípu løgmans, sigur Helena Dam á Neystabø.
Setur ymisk krøv
? Annað er, at Edmund Joensen sum løgmaður setur ávísum landsstýrismonnum heilt onnur krøv, enn sær sjálvum. Løgmaður sigur í Útvarpi Føroya 2. desember, at landsstýrismenn ikki skulu arbeiða við øðrum málum, enn við teimum, sum samgongan er fullsamd um. Soleiðis átti tað sjalvandi at verið. Men hesi krøv løgmans standa í alt ov stórari andsøgn til handfaring av málum, sum hann sjálvur umsitur.
Og nevnir hon í hesum sambandi Framtaksgrunnurin, Fiskasølan og Fiskavirking.
? Og ikki minst nýggjárs- og løgmansrøður hansara, leggur hon afturat. ? Í hesum málum hevur løgmaður sum kunnugt bert ført egin sjónarmið fram, hóast harða mótstøðu bæði í egnum flokki og í samgonguflokkum. Tað, at landsstýrismenn ikki eru javnsettir, og arbeiða undir ymiskum treytum, kann flokkurin ikki góðtaka.
Ymsar treytir
Mál, sum bygging av nýggjum studentaskúla og handfaringin av Nólsoyar Pálsmálinum, eru týðandi dømi um, at landsstýrismenninir ikki eru undirlagdir somu treytir, sigur Helena Dam á Neystabø.
Sjálvstýrisflokkurin undrast á, hví Sámal Petur í Grund varð sagdur úr starvi. Løgmaður vísir á vantandi loyalitet. Men einki hald er í hesi grundgeving, sigur hon.
? Sjálvstýrisflokkurin hevur ongantíð í samgonguarbeiðinum hótt við at venda sær til andstøðuna, um hann ikki fekk undirtøku í samgonguni fyri sínum sjónarmiðum, og hevur sostatt ikki verið illloyalur. Men fleiri dømi eru um, at løgmaður og aðrir landsstýrismenn hava trýst mál ígjøgnum við at venda sær til andstøðuna.
Øll minnast, tá ið Sambandsflokkurin trýsti lógina um fiskidagaskipanina ígjøgnum við undirtøku frá Fólkaflokkinum, hóast bæði Sjálvstýrisflokkurin og Javnaðarflokkurin , sum tá sat í samgonguni, ikki tóku undir við fiskidagaskipanini. Somuleiðis førdi løgmaður sjálvur fram, at tók samgongan ikki undir við at geva framtaksgrunninum óavmarkaða peningaupphædd, so vendi hann sær til andstøðuna til tess at fáa ein meiriluta í sín part. og landsstýrismaðurin í skúlamálum lovaði á føðingardagsveitslu studentaskúlans í Hoydølum nýggjan skúla, hóast hetta ongantíð var borið upp á mál innan samgonguna. Og soleiðis kundu vit hildið fram at nevnt dømi, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon sigur eisini, at Sjálvstýrisflokkurin tey seinastu trý árini, hóast truplu samstarvsumstøðurnar, rokkið málum, sum flokkuri í dag fegnast um.
? Vit harmast um tey mál, sum flokkurin hevði sett sær fyri at fremja, men sum nú detta niður fyri og ikki verða framd, sigur Helena Dam á Neystabø, sum leggur afturat, at nú flokkurin ikki longur er partur av samgonguni, fer hann at halda fram við einum samvitsku- og ábyrgdarfullum politikki á tingi - tjóðini at frama?